TAXI av verkstaðnum út í heim

Taxi eru farnir í venjingarlegu. Eftir at hava spælt tvey kvøld í Føroyum, gongur leiðin út um landoddarnar

Dagfinn Olsen


TAXI: So rullar hann aftur. Bólkurin við manning, ið telist millum landsins dyggastu, og sum gjørdist prix-vinnari í fjør. Bólkurin, sum er verkstaðurin hjá frægu tónleikarunum, ið mynda hetta forum.

Hóast Taxi ikki er frammi á palli ella í fjøl-miðlum alla tíðina, so merkir tað ikki, at einki virksemi er í bólkinum. Taxabilurin stendur nevniliga ongantíð stillur. Í hesum døgum eru limirnir í Taxi í Leirvík á venjingarlegu og har verða teir, til teir 2. páskakvøld trína á pall í Sjónleikarhúsinum. Seinni fara teir út í heim. (Sí ferðaætlan hjá Taxi)

Spennandi lit

Yngd hevur hitt Taxi til eitt prát, áðrenn venjingarleguna í Leirvík.

Eftir Prix Føroyar finaluna var Taxi í Noreg og leikaði. Hetta var partur av vinninginum fyri at gerast best í kappingini.

Nógv hendi í tíðini eftir finaluna. Taxi var í Danmark, har teir m.a. vóru í sammarhúsinum hjá saxofonleikaranum Jim og vandu og skrivaðu. Teir búðu síðani á Brundby Rockhotel, har tónleikarar kunnu gista bíliga og eisini leika. Taxi var eisini í studio og hitti kenda danska produsaran Flemming Hansson, sum teir síðani hava samstarvað nakað við. Hann er kendur og hevur m.a. samstarvað við Gasolin, men hann metti Taxi at hava sera spennandi ?lit?, sum tað kallast á fakmáli.Fyri júst einum ári síðani hevði Taxi konsert í Sjónleikarhús-inum, har Flemming miksaði og har tóku teir eisini upp.

Taxi hevur eisini verið í Útvarpinum og tikið tvey løg upp. Hetta er partur av prix-vinninginum, ið eisini inniheldur avtalu um ger av sjónbandi.

Upptiknir

Limirnir í Taxi fjala ikki útyvir, at teir hava Taxi sum ein verkstað, har teir hittast og har alt ber til og kann roynast.

Limirnir gera nógv við at taka tilfar upp. Um enn bólkurin ikki er pallvirkin, so hendir allatíðina okkurt á tí skapandi síðuni. Løg og tekstir síggja allatíðina dagsins ljós fyri fyrstu ferð.

Bassleikarin Jón hevur starvast í Danmark seinnu tíðna. Hesa tíðina, í heyst, hava Kaj, Kim og Magnus verið í West River studio og tikið eini 10 løg upp.

Umframt at Magnus smíðar løg, so er Kim lagsmiður fulla tíð og Kaj smíðar orð. Tíðina í studio nýttu teir sum sonevndan brainstorm, har alt bar til. Teir arbeiddu hesa tíðina við trimum ymsum stílum ella tónleikaættum. Tíðin var eitt slag av samanumtøku: hvat hava vit og hvat vilja vit?

Verkstaðurin hjá búnum rockarum

Limirnir í Taxi hava allir leikt tónleik, síðani teir vóru smádreingir. Allir hava teir eini 10 - 15 ár á baki á føroyska pallinum innan bæði dansitónleik og rock.

Eisini eru teir millum undangongumenninar í Føroyum, tá tað snýr seg um at taka stigið fult út og hava tónleikin sum livibreyð.

Magnus Johnnesen leikti á yngri árum við Funkies og eisini Plúmm, ið hevur sett dyggan varða eftir seg í føroysku tónleikasøguni. Fyri nøkrum árum síðani búðleikaðist hann í Danmark og kom sær fram sum tónleikari, t.d. innan sjónleik og sangleik, eittnú Skatteøen. Fyri nøkrum árum síðani kom hann heimaftur og hevur síðani undirvíst, men var á jólum aftur í Keypmannahavn og leikti við til jólauppsetingina á Folketeatret. Hetta fyri at halda sambandið viðlíka.

Jón McBirnie kom sær ungur fram sum góður bassleikari. Ungi vágbingurin var við, tá ungi tvørámaðurin Fróði saman við Deiggj gav plátu út fyrst í áttatiárunum. Síðani var hann við, tá pápin - Robert - gav út sína plátu í samband við, at hann hevði verið við í føroyskum tónleikalívi í 25 ár. Jón starvaðist mong ár í ÚF sum tøkningur og var eisini við sum tónleikari á mongum upptøkum har. Hann hevur eisini framleitt fleiri føroyskar plátur.

Jón er útbúgvin ljóðmaður á Filmskúlanum, og starvast í Danmark við filmsarbeiði. Tó vitjar hann javnan aftur til Føroya. Sjálvur sigur hann, at hann er eini 70% í Føroyum og eini 30% í Danmark. Jón metir, at innan film fer sera stór menning fram í løtuni innan tað tøkniliga. Á tøkniliga økinum hevur hinvegin verið heldur stilt innan tónleikin. Her hevur Jón nakað at geva bólkinum.

Kaj Johannesen er kendur á føroyska pallinum og hevur hann verið tað í mong, mong ár. Líka síðani Sir Funeral Band og Musketerarnar og hvat alt annars kallaðist. Hann var eisini við á Deiggj plátuni. Seinni gjørdi hann saman við Jón Húskallar og kom síðani við Kim í bólkin Moirae, ið eisini gjørdist prix vinnari.

Kim, ið er yngsti limurin í Taxi, kom fram í seinnu helvt av áttatiárunum, tá hann saman við øðrum nólsoyingum og einum vágamanni leikti við í Jóannes og Co. Brátt gjørdist Kim annað og meira enn ein bakgrundsklaverleikari úr Nólsoy. Hann gjørdist kendur sum Kim úr Nólsoy og brátt bert Kim Hansen ella rætt og slætt Kim. Maðurin, ið sang og spældi, sum var tað Elton John ella Billy Joel.

Kim og Kaj undirvísa í tónleiki í Havn og hava seinnu tíðina ferðast nógv til Nólsoyar. Kim hevur arvað 8 spor bandupptakaran frá Terja Rasmussen og so hava Kim og Kaj ferðast teir 20 minuttirnar út til bygdafriðin í Nólsoy, har teir hava latið kreativu evnini blóma.

Kim kendi fyri tíð síðani á sær, at øll tíðin fór til at undirvísa og hevur hann tí sagt nakað av undirvísingartíðini frá sær, so hann hevur betri stundir til tónasmíð.

Áhugi í Danmark

Alla tíðina eru limirnir í Taxi virknir. Og stórur dentur verður lagdur á at taka upp. Við dugnaliga ljóðmaninum Jón í bólkinum liggur eisini væl fyri at gera okkrt munagott á hesum økinum.

Tey bæði løgini, sum Taxi festi á band í ÚF, hava fingið donsk eygu at venda sær mótvegis Taxi. Hvat kemur burturúr ber enn ikki til at siga, men áhugin í Danmark er til staðar, hava limirnir í Taxi staðfest.

Orsakað av mongu upptøkunum, ið eru gjørdar alla tíðina, hava Taxi í dag sera nógv tilfar liggjandi og at velja í. Hvørt talan verður um útgávu duga limirnir ikki at siga, tí tað er ikki ein spurningur um tilfar, men ein spurningur um fíggjarliga orku.

Popparar

Tað er ikki smávegis, ið kemur fram, tá ein soleiðis situr og prátar við menn, ið hava verið virknir á palli í mong ár. Og vit fara víða. Men hvussu ber tað til, at Taxi ikki rodna av at kalla seg popparar? Hví er tað nú um aldaskiftið blivið legalt at kalla seg poppara, eftir at hetta at kalla hevur verið undirmett?

Limirnir í Taxi, ið allir eru uppvaksnir í rocki, eru samdir um, at tað krevur sín mann at spæla góðan popp. Fyrst og fremst er Kim ein poppari, eru hinir í bólkinum samdir um.

Limirnir í Taxi ivast onga løtu í, at tað er meira gevandi at lurta eftir einum poppara, ið dugir sítt, enn at lurta eftir klassiskum ella jazzi, ið er undir miðal. Taxi er poppur, men sum limirnir siga, so er talan um at duga at siga eina søgu uppá 3 minuttir og at arbeiða innan ein ávísan ?trend?, ið kanska ikki hevur fingið fótin fyri seg. Kendur produsari hevur sagt, at poppur er at siga søguna stutt og tað snýr seg um ?I love you, I heta you, I go away og I come back?! Og so skal ein ikki gloyma, at tey góðu løgini verða hangandi.

Illimaður í pottinum

Um hetta við legala popparínum hava onkrir í Taxi hug at nevna, talan kann vera um tónleikaslag, ið enn ikki hevur vunnið hevd, men sum verður tikið í álvara aðrastaðni. Prátið kemur her inn á góðtøku og stuðul. T.d. samanborið við ítrótt ella fótbóltslandslið, ið kemur aftur hvørjaferð við heiðurligum tapi.

Kaj minnir á jantelógina og heldur, at føroyingar altíð snobba niðureftir og lýsir tað rámandi á sín egna hátt við eini skemtisøgu:

Ein maður kom í Helheim. Han sá har stórar, kókandi pottar. Har stóðu illimenn og steytaðu tey niður í aftur, sum royndu at koma sær upp.

Pottarnir vóru merktir: USA, Danmark, Ongland o.s.fr. Á einum potti stóð Føroyar, men har stóð eingin illimaður og forðaði nøkrum í at koma upp.

Maðurin spurdi ovfarin, hví so var.

Svarið var einfalt: hvørjaferð ein roynir at koma sær upp, so hála hinir hann niður aftur!!!

Yngd ynskir Taxi góða ferð!



Ferðaætlan hjá Taxi


18. maj: Venjingarlega byrjar í Leirvík. Øll vikan


24. apríl: (2. páskakvøld): Sjónleikarhúsið í Havn


29. apríl: TB-húsið


3. maj: Fara úr Føroyum


5. maj: Finnlands Institut, Áland. Útikonsert saman við Barkaval og Ville Pussa. Mikkjal Helmsdal er stjóri á Finlands Ins-titutet, ið fyllir 15 ár. Konsertin við Taxi er gáva frá Norðurlandahúsinum í Føroyum.


6. maj: Park Alandia, Mariehamn


9. maj: Fara víðari til Finnlands


14. maj: Spæla í Helsinki og Åbo (Nifin skipar fyri). Á kvøldi gongur leiðin til Keypmannahavnar


15. maj fer TAXI í Playground Studio,


17.maj: Magnus leikar saman við Anniku Hoydal


20. maj. Taxi í Føroyahúsinum. Nærvarpið skipar fyri


21. maj: Heimferð