Taxametrið fer at telja nógv komandi vikurnar hjá Taxi

Tað hendir nógv á føroyska tónleikapallinum í hesum døgum. Ein tann bólkurin, sum hevur markerað seg mest, er bólkurin TAXI, ið er mannaður við royndum tónleikarum. Bólkurin hevur stórar ætlanir fyri framman, og tónleikararnir siga, at teir ætla ikki at nýta restina av tíðini at spæla í ølklubbum í Føroyum, men vilja út um landoddarnar at royna seg?

Jonhard Hammer

John Johannessen


Um vikuskiftið var seinasta undankappingin til Prix Føroyar finaluna. Vinnarin av kappingini gjørdist Taxi

Bólkurin Taxi er ikki heilt ókendur innan føroyska tónleikaheimin. Bólkurin er mannaður við royndum tónleikarum, ið seinastu tíðina veruliga hava gjørt seg galdandi í føroyska tónleikalívinum. Vit hava prátað við Kim Hansen, ið er ?andlitið? hjá bólkinum. Kim Hansen varð millum annað spurdur, hvussu hann lýsir bólkin Taxi.

? Taxi er ein toppbólkur, svarar Kim Hansen beinan vegin. Og hann leggur afturat, at navnið Taxi jú er altjóða navnið fyri ein hýruvogn, ið kann koyra teg hvagar tú vilt, um tað so er í Kaggan, Klubban ella onkra aðrastaðni. Hann sigur, at tað sama er galdandi fyri tónleikabólkin Taxi. Tí hetta er nevniliga ein tónleikabólkur, ið kann spæla hvat tað skal vera. Tó sigur hann, at í løtuni verður arbeitt mest við poptónleiki.

? Hvussu er við manningini í Taxi. Hava tit fasta manning?

? Grundstamman í bólkinum er ein trio. Í hesari trio eru Kim, Jón og Kaj. Harafturat hava vit Magnus, ið leikar á ljómborð og Jim leikandi á saxofon. So sigast kann, at hendan grundstamman er við at vaksa til fimm leikarar. Annars skipa vit bólkin eftir tørvi. Hetta vil siga, at um vit til okkurt tiltak hava brúk fyri fleiri tónleikarum, bjóða vit gestatónleikarun at vera við.

? Luttakarar á Prix Føroyar undankappingini í Klaksvík hava fest seg í, at tit takkaðu fyri at tit vóru bodnir at luttaka. Hvussu ber tað til at tit luttaka í hesari kappingini?

? Orsøkin til, at vit takkaðu fyri at vit vóru bodnir við er tann, at Norðurlandahúsið bað okkum vera við í kappingini , tí so fáir bólkar høvdu meldað seg til. Men tá tilmeldingarfreistin var við at vera úti, meldaðu seg hóast alt ein rúgva av bólkum til. Tað er soleiðis hetta hongur saman.

? Hvat kalla tit sjálvir stílin hjá tykkum?

? Stílurin á tónleikinum hjá okkum er fyrst og fremst poptónleikur. Men vit kunnu spæla alt møguligt. Stílurin kann væl broytast, tí vit arbeiða fram ímóti einum ávísum stíli. Fólk, ið vóru til Prix Føroyar kappingina í Klaksvík løgdu kanska til merkis, at stílurin hjá okkm var ymiskur.

? Vil hetta siga, at tit ikki heilt hava funnið tykkara egna stíl enn?

? Ein kann siga, at vit leita eftir einum ávísum stíli, ja.

? Hvør í bólkinum ger tekstir og løg?

? Vit allir gera løgini. Tað vil siga, at ein kemur við einum hugskoti, og síðani arbeiða allir saman víðari við hesum hugskotinum. Talan kann vera um eitt næstan liðugt lag, men talan kann eisini bert vera um nakarar fáar akkordir, ið vit síðani allir í felag byggja viðari uppá.

? Hvørjar framtíðarætlanir hava limirnir í Taxi?

? Ja, nú vit skulu luttaka í Prix Føroyar finaluni, fara vit sjálvandi at venja til hana. Men vit hava ymsikar uppgávur, ið vit skulu gera. Vit skulu eisini spæla í Gimle í Keypmannahavn tann 20. mars. Eftir hesa konsertina skulu vit til Jútlands í studio at taka upp eina stakfløgu. Tá vit seinast í marts koma til Føroyar, verða vit noyddir at fara at venja til Prix Føroyar finaluna sum verður í norðurlandahúsinum 10 apríl. Kim sigur víðari at teir skulu eisini til Íslands at spæla fyrst í mei. Teir skulu yvir til Reykjavíkar í sambandi við eitt sølutiltak, sum føroyingar hava har yvuri, sum kallast Rektór.

-Er tað nógv sum ringja og biða Taxi spæla?

Jú, tað er næstan hvønn dag, at onkur ringir og vil hava okkum at spæla, men her hava vit ein trupuleika, tað er, at allir ikki hava bústað í Føroyum . Vit hava ikki enn lagt nakra skrá framyvir, men 2.páskakvøld skulu vit spæla á Kambsdali

Hevur tú ein dreym um at gerast heimskendur.

Sjálvandi, tað er ein dreymur, sum allir tónleikarir hava. Í Føroyum eru ikki so nógv spælistøð, so ein gerst skjótt troyttur at spæla til dans í Føroyum, sigur Kim

Eg ætli ikki at sita alt mítt lív í ølklubbum og spæla .

-Vænta tit at tit fara at vinna Prix Føroyar kappingina?

Nei, tað vænti eg ikki, og eg verið ikki skuffaður um vit ikki vinna. Men Taxi fer at gera hvat vit kunna fyri at vinna. Vit ætla ikki at sita hendur í favn teir komandi dagarnar, men fara at fyrireikað okkum so gott sum gjørligt sigur Kim Hansen at enda.