Tax-free bíligari á flogi enn á sjógvi

Ein kartong av sigarettum er 40 krónur dýrari umborð á Norrønu enn umborð á Atlantic Airways.
Harafturímóti er lítil munur á prisunum hjá FaroeJet og Atlantic Airways.
Sosialurin hevur kannað tax-free prísir og samanborið við Kastrup og í handlum í Føroyum

Summarið nærkast, og tey flestu av okkum ætla ein túr uttanlands. Í hesum høpi keypa vit ofta tax-free. Men er tað so bíligt, sum vit halda? Og er tað so nógv dýrari í Kastrup enn umborð á flogførunum? Hesar spurningar vildu vit hava svar uppá og hava tí gjørt eina kanning av tax-free prísunum.
Prísirnir næstan teir somu
Tað er týðuligt, at FaroeJet hevur skeitt eftir príslistanum hjá Atlantic, tá tey settu sínar tax-free prísir. Tey hava ikki somu vørurnar, men nógvir av stórseljarunum sum Baileys og Matador Mix eru at finna í báðum príslistum. Prísmunurin er lítil millum vørurnar, ið eru tær somu hjá báðum, og ikki ber til at staðfesta, at annar er dýrari enn hin. Roknar ein í prosentum av vørunum vit hava valt út, er Atlantic tó 4 prosent bíligari enn FaroeJet.
Dýrari í Kastrup
Millum fólk tykist tað verða ein vanlig fatan, at tað er dýrari at keypa í Kastrup enn umborð á flogfarinum. Hetta vísir seg eisini at passa væl, tá vit samanbera prísirnar, men munurin er ikki serliga stórur.
Til dømis kostar ein 50 cl fløska av Smirnoff 55 krónur umborð á Atlantic, 50 krónur umborð á FaroeJet og 55 krónur í Kastrup. Lacoste parfuman Touch of pink kostar 295 krónur hjá Atlantic, 280 krónur hjá FaroeJet og 305 krónur í Kastrup.
Ofta hevur Kastrup størri vørueindir, sum vit so hava roknð um til somu eind sum umborð á flogførunum. Hetta kann eisini hava við sær, at prísurin verður nakað lægri í Kastrup, eftirsum prísurin ofta lækkar við størri vørueind.
Hægri prísir í Norrønu
Norrøna er einasti bátur, sum siglur uttanlands úr Føroyum við ferðafólki, og er tað kanska tí, at prísirnir umborð á Norrønu eru hægri enn umborð á flogførunum. Heldur ikki har eru vørurnar akkurát tær somu, men summi ting eru at fáa bæði á flogi, í báti og í floghavnini. Eitt sovorið er tað vælumtókta ginnið Bombay Saphire. Tað kostar 60 krónur hjá bæði Atlantic og FaroeJet , 69,50 umborð á Norrønu og 60 krónur í Kastrup.
Plássið er avmarkað umborð á einum flogfarið, og tí eru øl og vínfløskur ikki at finna umborð á teimum báðu flogfeløgunum. Tað er at fáa umborð á Norrønu, og har eru prísirnir lágir, men tó er bara 20 krónur á muni á prísinum á seks Føroya Bjór Gull í Rúsuni og umborð á Norrønu. Carlsberg Hof kostar 32 krónur umborð, 37,95 krónur í Kastrup og 55,75 í Rúsuni.
Dýrari á landi
Vit hava eisini tikið tað við, hvat tað kostar at keypa hesi ting í einum vanligum handli í Føroyum. Grundin til hetta er ikki fyri at vera órein móti handlunum her, men fyri at síggja, hvussu stórur munurin er. Aðrastaðni í verðini hevur ein sæð, at summar vørur kosta minni á landi enn tær gera umborð. Hetta er av tí at feløgini, sum seta tax-free prísirnir seta teir alt ov høgar og stappa ov nógvan pening í egnan lumma.
Nógvir gávulutir eru eisini at finna í tax-free príslistunum, men eftirsum feløgini hava so ymisk merki ber ikki til at gera eina rættvísa samanbering av hesum.

Soleiðis hava
vit gjørt kanningina
Vit hava savnað príslistar frá Atlantic Airways, FaroeJet og Smyril Line saman. Hugt at prísum á heimasíðuni hjá Kastrup floghavnini, ið er www.tax-free.dk og ringt runt til tilvildarligar handlar í Føroyum, sum selja tað sama, ið er at finna í tax-free príslistunum.
Vit hava valt at bara samanbera somu merki, so at kanningin skal verða so rættvís sum gjørligt. Feløgini hava nógv ymisk merki og bara nøkur fá til felags, tí hevur ikki borið til at gera kanningina størri enn hon er.