Tavan sló øll met í ár

Í vertíðini í ár hevur Tavan í Leirvík tikið ímóti tilsamans 10.770 tonsum av gulllaksi. Hetta er soleiðis nógv tað størsta árið í nøgd, síðan felagið í 1994 fór undir at virka fars úr gulllaksi

Gulllaksur

 

Nú gulllaksavertíðin í ár nærkast endanum, er greitt, at Tavan í Leirvík hevur tikið ímóti heili 2.520 tonsum meira, enn felagið hevur gjørt nakað annað ár í 15 ára longu søgu felagsins.

Í ár hevur felagið soleiðis keypt tilsamans 10.770 tons av gulllaksi, sum tey umleið seksti fólkini, ið eru knýtt at virkseminum í Leirvík, hava virkað til fars.

Stjórin í Tavuni, Jóan Magnus Rasmussen, sigur, at næst besta árið í nøgd hjá felagnum var í 2002, tá tey keyptu og virkaðu 8.250 tons.

 

Upp á stás

- Vertíðin byrjaði tíðliga í ár, og veiðan hjá skipunum hevur verið góð. Vit hava arbeitt við tveimum vaktum, har hvør vaktin hevur verið í sving í 10 tímar, og vit hava eisini arbeitt nógvar leygardagar, síðan vertíðin byrjaði í apríl.

Jóan Magnus sigur, at hóast tonsini í ár eru nógv fleiri enn nakað annað ár, hevur framleiðslan gingið upp á stás, sum hann tekur til.

- Jú, eg haldi, at tað hevur gingið sera væl at fáa fiskin til høldar. Hetta hevur eydnast okkum við røskum og dugnaligum arbeiðsfólki, sum virkuliga hava lagt rygg til, at hetta hevur latið seg gera.

Stjórin sigur, at Tavan hevur eina góða ”stammu” av arbeiðsfólki, har nógv hava verið í starvi hjá felagnum í fleiri ár – og onnur eru nýggjari í hesum virksemi.

- Vit hava soleiðis eina góða samanseting av fólki, bæði tilkomnum og ungum, sum hava gjørt tað møguligt hjá okkum at fáa so stórar nøgdir av fiski til høldar, leggur hann aftrat.

 

Avtalu um alt

Jóan Magnus Rasmussen sigur, at allur gulllaksurin, sum Tavan hevur keypt í ár, er virkaður til fars, og í minsta lagi 70% av framleiðsluni verður selt til Noregs.

- Vit hava avtalur um levering og sølu av allari framleiðsluni, men seinastu nøgdirnar verða ikki seldar fyrr enn seint í apríl næsta ár, sigur hann.

Eitt sindur ymiskt hevur verið ár undan ári, hvussu leingi Tavan hevur keypt og virkað gulllaks.

Vanliga plagar framleiðslan at vara fram til umleið hálvan august, og soleiðis var bæði í fjør og í ár, men eitt nú í fyrraári keypti virkið gulllaks fram til umleið hálvan september.

Tað er ikki at taka munnin ov fullan at siga, at Tavan er einasta felag í Føroyum, sum veruliga hevur fingið tað at bera til við gulllaksi – og í øllum førum við farsi úr gulllaksi.

Virksemið, sum byrjaði longu í 1994, hevur øll árini givið avlop og í nøkur ár, meðan stórur partur av føroysku fiskavirkisvinnuni lá í andaleypi við stórum reyðum tølum á botnlinjuni, hevði Tavan góð avlop.

Besta árið hjá felagnum í Leirvík var í 2006, tá avlopið var heilar 7,5 miljónir krónur.

Í fjør hevði Tavan eitt avlop upp á 2,7 miljónir krónur.

 

Góð gulllaksaveiða

Eins og undanfarin ár, hava aftur í vertíðini í ár verið seks skip á gulllaksaveiði.

Trý av hesum hava burturav lagt veiðina upp til Tavuna í Leirvík. Tey eru Polarhav og Stjørnan, sum partrola og Eysturbúgvin, sum partrolar saman við Vesturbúgvanum.

Tavan hevur eisini keypt nakrar lastir hjá Vesturbúgvanum.

Skipini hava fingið 3,25 krónur fyri kilo í ár, og prísurin hevur verið hin sami alla vertíðina.

Hini tvey skipini, sum eisini hava verið á gulllaksaveiði í ár, eru Vestmenningur og Fram, sum partvís hava lagt veiðina upp í Vestmanna og partvís uttanlands.

Í seinastuni hevur stórur trolari ligið á Vestmanna, sum hevur tikið ímóti gulllaksi til frystingar frá eitt nú vestmannatrolarunum.

 

Upsi í vetur

Nú Tavan hevur arbeitt seinastu nøgdirnar av gulllaksi í ár, og arbeiðsfólk á virkinum hava verið á uttanlandsferð í Týsklandi, verður virksemið á virkinum lagt um til upsaframleiðslu.

Soleiðis hevur verið á hvørjum ári í fleiri ár, har gulllaksur er høvuðsgrundarlagið – og upsin ískoytisgrundarlagið, sum ikki minst hevur til endamáls at halda saman um arbeiðsfólkið, sum er knýtt at virkseminum.

Jóan Magnus Rasmussen sigur, at Tavan vanliga keypir og virkar stívliga 2.000 tons av upsa um árið, og hetta er fiskur, sum í fyrsta lagi verður virkaður til portiónir.

Hann heldur, at útlitini til upsaframleiðsluna í vetur eru hampilig og heldur eisini, at líkindi eru til, at eisini hetta virksemi fer at hanga saman.

- Vit plaga eisini at arbeiða við tveimum vaktum, tá vit virka upsa. Vanliga eru fleiri fólk á dagvaktini enn á kvøldvaktini, sum soleiðis er lutfalsliga lítil.

Jóan Magnus Rasmussen dylur ikki fyri, at virksemið, sum Tavan hevur við upsa í vetrarhálvuni, ikki minst hevur til endamáls at halda saman um arbeiðsfólkið.

- At kalla øll, sum annars eru við í gulllaksavirkseminum, eru eisini við í upsaframleiðsluni, og tað er neyðugt, at vit hava hesi fólk tøk, tá gulllaksavirksemið byrjar aftur seint um várið, sigur stjórin.

Væntandi fer Tavan í Leirvík at keypa og virka upsa aftur í komandi viku.