Tavan selur nú sildina í Føroyum

Sildin, sum Tavan útflytur til Svøríkis, hevur fingið sera góða móttøku og verður nú eisini seld á føroyska marknaðinum

Sildin, sum Tavan útflytur til Svøríkis, hevur fingið sera góða móttøku og verður nú eisini seld á føroyska marknaðinum.

 

– Tað er stórur áhugi millum fólk her á landi fyri sildini, og sum ein liður í ætlanum hjá Tavuni at kveikja og menna áhugan fyri okkara tilfeingi og menna ein ídnað, hevur Tavan saman við SMS í sambandi við ólavsøkuna tikið eitt sindur av framleiðsum heim úr Svøríki, sigur Johan Mortensen, sum er ein av fyrireikarunum.

 

Tað eru Høgaberg og Finnur Fríði, sum hava veitt sildina frá Tavuni.