Tavan nýtt met í rávørunøgd

12.400 tons. Tað er nøgdin av gulllaksi, sum Tavan í Leirvík hevur keypt og virkað til fars í vertíðini, sum nú er liðug. Besta árið í nøgd frammanundan var 2009, tá fiskiskapurin eisini var sera góður. Hetta árið keypti virkið 11.200 tons av gulllaksi.

Orsøkin til, at nøgdirnar í ár eru størri enn nakrantíð, er, at fiskiskapurin hevur verið góður, og haraftrat hevur virkið at kalla burtur av keypt fiskin hjá fýra ísfiskatrolarum heldur enn trimum, sum undanfarin ár hevur verið tað vanliga.

- Vit hava keypt fiskin hjá Polarhavi og Stjørnuni – og hjá Eysturbúgvanum og Vesturbúgvanum, sigur Jóan Magnus Rasmussen, stjóri í Tavuni.

Virkið í Leirvík keypti fyrstu gulllaksalastina í ár longu hin 4. apríl, og seinastu landingarnar til virkið í heyst vóru hin 3. oktober. Vertíðin hevur soleiðis vart í eitt hálvt ár.

- Tað hevur verið nógv at gera á virkinum í vertíðini. Vit hava arbeitt við tveimum vaktum á 10 tímar hvør vaktin. Á hvørji vakt eru eini 30 fólk og samlaða talið av fólki, sum soleiðis hevur verið á lønarlista hjá Tavuni í vertíðini í ár, liggur onkustaðni millum 60 og 70, tá umsitingin er tald við, sigur Jóan Magnus Rasmussen, stjóri.

Nú fer Tavan at leggja um til upsaframleiðslu, og síðan verður upsi virkaður á virkinum, til gulllaksavertíðin byrjar aftur seint í vár.