Fiskavirking
Sólskinssøgurnar í fiskivinnuni eru ikki so nógvar í hesum tíðum, hvørki á sjógvi ella á landi.
Fiskiflotin hevur ógvuliga truplar tíðir, nú tað er vorðið so kostnaðarmikið at gera skipini út. Høgu oljuprísirnir eru við at leggja allan flotan lamnan, og einki verður gjørt frá politiskari síðu til at byrgja upp fyri teirri kreppu í fiskivinnuni, sum við stórum lopum stundar til.
Politiski myndugleikin sigur, at fríu marknaðarkreftirnar mugu sleppa at ráða, so vit fáa neyðugu tillagingina í fiskiskipaflotanum. Men eingin hevur nakað seriøst boð upp á, hvussu ein tillaging kann koma at síggja út. Samstundis liggja politisk høft á fiskiskipavinnuni, har ísfiskaskipini er tvungin til at landa meginpartin av veiðini í Føroyum. Virking av botnfiskaveiðini undir Føroyum er heldur ikki loyvd umborð á skipunum, sum í mesta lagi kunnu kryvja og avhøvda fiskin umborð.
Onnur lond royna at byrgja uppfyri stórum konjunkturbroytingum, so hesar ikki fáa alt ov álvarsligar avleiðingar fyri samfelagið. Í Føroyum stingur politisku myndugleikin høvdið niður í sandin og sigur, at sonevndu fríu marknaðarkreftirnar mugu sær ráða.
Um hetta er rætti hátturin at handfara trupulleikarnar, sum fiskiskipavinnan er komin í, fer tíðin at vísa.
Ein sólskinssøga
Meðan ein partur av ísfiskaflotanum liggur bundin við bryggju, og øll útlit eru til, at fleiri og fleiri skip verða løgd, gongur eisini striltið hjá teimum stóru feløgunum, sum hava sítt starv í fiskavirkisvinnuni, samstundis sum tey hava keypt sær skip og soleiðis hildu seg hava tryggjað sær ráfiskagrundarlag undir sínum framleiðsluvirksemi.
Í hesi truplu tíðini, sum fiskiflotin og fiskavirkisvinnan eru í, er kortini onkur sólskinssøga.
Gulllaksavirkið Tavan í Leirvík er á hvørjum ári ein av okkara sólskinssøgum.
Nú árið í fjør er endaliga uppgjørt, er greitt, at avlopið eftir skatt í 2007 er 2,5 miljónir krónur.
Taka vit tey trý árini fyri 2007, hevði Tavan í 2004 eitt avlop upp á 1,6 miljónir krónur, og í 2005 var avlopið 3,4 miljónir krónur. Besta árið nakrantíð hjá virkinum var árið 2006, tá Tavan hevði heilar 7,5 miljónir krónur í avlopi – eftir skatt.
Leggja vit saman undanfarnu fýra árini, hevur virksemið hjá Tavuni í Leirvík givið heilar 15 miljónir krónur í avlopi tilsamans.
Árið 2006 var soleiðis nógv tað besta árið hjá virkinum nakrantíð.
Stjórin nøgdur
Jóan Magnus Rasmussen, stjóri á Tavuni, er væl nøgdur við árið í fjør, og hann er eisini væl nøgdur við gongdina higartil í ár.
- Jú, eg haldi, at hetta sær bara gott út. Vit hava langtíðaravtalur um levering av gulllaksafarsi til keyparar í Noregi, Skandinaviu annars og Onglandi, sum fevna um alt árið. At kalla øll framleiðslan er soleiðis seld væl fram í tíðina.
Stjórin vísir á, at Tavan hevur latið skipunum 3,40 krónur fyri kilo av gulllaksi í summar, og hetta er á leið sami prísur, sum skipini fingu seinastu vertíð og heldur frægari prísur enn árið fyri.
- Fyrimunurin við langtíðaravtalum er, at tú yvir eina longri tíð veitst, hvat tú hevur at halda teg til.
Nú oljan er vorðin so dýr, samstundis sum eitt nú matvøruprísir sum heild eisini eru øktir, eru fleiri sum spyrja, hvussu tað ber til, at fiskaprísirnir ikki eisini eru øktir.
- Ja, tað kann undra, at so er, men væntandi fara fiskaprísirnir eisini at kvinka uppeftir, sum tíðin gongur. Vanliga eru prísirnir á feskari vøru meira skiftandi – upp og niður - enn prísirnir á virkaðari vøru. Jú, meira vøran er virkað, er hugsandi, at lopini í prísunum ikki eru so stór, men at prísirnir eru meira støðugir og broytingarnar ikki so ógvusligar.
Sum heild heldur Jóan Magnus, at fiskamarknaðurin ”reagerar” ógvuliga seint upp á lidnar fiskavørur, um samanborið verður við feskar fiskavørur og matvørur annars.
Góð veiða
Tavan tók ímóti fyrstu gulllaksalastini 21. apríl í ár, tá leirvíkstrolararnir Polarhav og Stjørnan vóru inni fullfermdir.
- Fiskiskapurin hjá gulllaksaskipunum hevur sum heild verið óføra góður í hesi vertíðini, og kanska hevur veiðan roynst serliga væl tað, sum farið er av juni mánaða.
Jóan Magnus sigur, at veiðan hjá skipunum var eisini góð í vertíðini í fjør, og í ár hevur hon í hvussu er ikki verið minni góð.
- Tá tú fiskar lutfalsliga bílig fiskasløg, er eisini neyðugt, at veiðan er góð, og tíbetur hevur fiskiskapurin eydnast væl higartil.
Tavan hevur tikið ímóti tilsamans 3.500 tonsum av gulllaksi higartil í ár, og gongst sum ætlað, heldur fiskiskapur og gulllaksavirksemið í Leirvík fram til út á heystið.
- Eitt miðalár keypa vit umleið 6.000 tons av gulllaksi, men í fjør keyptu við tilsamans 7.300 tons, sigur stjórin.
Tá gulllaksavirksemið í Leirvík verður riggað av, verður lagt um til upsaframleiðslu.
Nógv arbeiði
Á Tavuni hava tey havt úr at gera, síðan virkið keypti fyrstu lastina í apríl.
- Vit hava arbeitt alt, sum vit hava megnað og hava arbeitt næstan hvønn leygardag eisini.
Jóan Magnus sigur, at tey hava arbeitt við tveimum vaktum, sum eru 10 tímar hvør – frá klokkan 06-16 og frá klokkan 16-02 um náttina.
- Eini 20-25 fólk eru á hvørji vaktini, tey flestu úr Leirvíkar-økinum, men vit hava eisini fólk úr grannabygdum og av Eiði.
Á Tavuni arbeiða tey umleið 100 tons av ráfiski um samdøgnið, tá alt gongur væl.
- Summi hava verið leingi í starvi á virkinum, og enn er onkur, sum í sínari tíð arbeiddi á Frost, sum var fiskavirkið í Leirvík gjøgnum mong ár, sigur stjórin.
Ein ársinntøka hjá einum fiskafólki á Tavuni liggur omanfyri 200.000 krónur um árið.
Grundarlagið
Tavan keypir í fyrsta lagi gulllaksin hjá Polarhavi, Stjørnuni og Eysturbúgvanum.
Í gjár landaðu Polarhav og Stjørnan í Saltangará. Skipini máttu bróta túrin av, tí annað skipið fekk spælskaða. Veiðan var 360.000 pund.
Skipini loystu aftur í gjárkvøldið, tá tey fóru nýggjan túr.
Vit spurdu eisini Jóan Magnus Rasmussen, um leiðslan á Tavuni hevur hugsað tankan, at skipini, sum veiða gulllaks, kanska kunnu noyðast at gevast, nú tað er so kostnaðarmikið at gera skipini út til nýggjan túr.
- Jú, tað hava vit sjálvandi hugsað, og hetta hevði verið ein ógvuliga óheppin og ólukkulig støða. Vit vóna, at umstøðurnar fara at laga seg, so slíkt ikki hendir, hvørki fyri skip ella virki, sigur stjórin í Tavuni.