Tavan
Tað skerst ikki burtur, at gulllaksurin skapar nógv arbeiði í Leirvík í summarhálvuni og meira enn tað.
Jóan Magnus Rasmussen, stjóri á Tavuni, sigur, at vanliga verður arbeitt við 17 fólkum í senn í tveimum vaktum og stundum í trimum vaktum í vertíðini.
Eins og seinastu árini, tá ið gulllaksasesongin er liðug, verður nú lagt um til upsaframleiðslu, og tá eru vanliga 30 fólk til arbeiðis á Tavuni.
Hann væntar, at Tavan fer undir at virka upsa til portiónir um miðjan september, tá ið teir eru lidnir við onkrar smávegis umvælingar.
- Upsin fer allur til portiónir undantikið tann parturin av flakinum, sum skorin verður frá; hesin fer í blokk.
Færri skip
Jóan Magnus sigur, at tey miðja eftir at arbeiða eini 2.000 tons av upsa í vetrarhálvuni.
- Tað hevur gingið væl at fingið fatur á fiski, men nú fleiri skip eru seld, vita vit ikki, hvussu verður í vetur.
Hann væntar tó, at tað fer at laga seg við ráfiski, um framvegis nógvur upsi verður at fáa.
Høvuðsframleiðslan hjá Tavuni er gulllaksur, og tey fyrstu árini lá alt virksemið stilt í vetrarhálvuni.
Jóan Magnus Rasmussen sigur, at upsin, sum virkið keypir, vanliga hevur verið góður, og tí hevur fiskurin verið væl egnaður til framleiðslu av portiónum.
- Um einar tvær vikur verður so aftur lagt til brots við upsanum, sigur stjórin við Sosialin.