Fiskimálaráðið hevur nú játtað seks umsóknir í samband við vinnuligar fiskiveiðiroyndir eftir norðhavssild í 2018 og millum tey, sum hava fingið játtandi svar sambært kunngerð um hesar royndir, er Tavan í Leirvík.
Tað vóru 3.700 tons av norðhavssild sett av til vinnuligar fiskiveiðiroyndir í 2018. Í viðgerðini og raðfestingini av umsóknunum er dentur lagdur á menningarvirðið og møguligt nýskapanarvirðið umframt á virðisøking.
Nú tað er greitt, at Tavan í Leirvík eigur eina av teimum seks játtaðu umsóknunum og soleiðis fær 800 tons av norðhavssild, fegnast leiðslan á virkinum almikið um hetta.
- Hetta ger, at vit nú kunnu halda fram við okkara arbeiði at menna marknaðarføringina av sildini, eins og høvi verður at troyta nýggjar marknaðir.
Á Tavuni í Leirvík eru tey liðug við gulllaksavertíðina, og nú verður gjørt klárt til at taka ímóti sild, soleiðis at royndirnar, sum byrjaðu í fjør heyst, nú kunnu takast uppaftur.