Tavan aftur at virka gulllaks

Árið 2009 var hitt besta hjá Tavuni í Leirvík nakrantíð, bæði í nøgd og rakstrarúrsliti. Gulllaksavirkið Tavan í Leirvík hevur í dag keypt fyrstu nøgdirnar av gulllaksi í ár.

Tað vóru Eysturbúgvin og Vesturbúgvin, sum eftir at hava verið úti í tvey samdøgur landaðu heili 500.000 pund í dag.

Seks skip - ella trý pør - plaga at veiða gulllaks frá apríl og út í september.

Í fjør var rættiliga nógvur gulllaksur at fáa, og góð útlit eru til, at árið í ár eisini fer at roynast.

Tavan í Leirvík, sum keypir og virkar gulllaks, keypti tilsamans 11.200 tons í fjør. Hetta er størsta nøgdin av gulllaksi, sum virkið nakrantíð hevur keypt í eini vertíð.

Rakstrarliga úrslitið hjá Tavuni í fjør var rættiliga gott, heilar 10 miljónir krónur í avlopi.

Árið 2009 var soleiðis besta árið hjá Tavuni nakrantíð, bæði í nøgd og rakstri.