Fiskaframleiðsla í Føroyum hevur sum heild ikki sæð sínar bestu dagar í fleiri ár. Tó hava nøkur virkir havt avlop í rakstrinum, eitt nú virkir, sum virka saltfisk. Onnur virkir, sum hava virkað tær traditionellu fiskavørurnar, eru farin av knóranum. Soleiðis fór alt virksemi hjá Faroe Seafood av knóranum fyri sløkum ári síðan. Her skulu vit tó leggja aftrat, fleiri skip eisini hingu uppi í virkseminum hjá samtakinum.
Tað fiskavirkið, sum sæst burtur úr øllum hinum, er Tavan í Leirvík, sum seinastu tvey árini hevur havt sera góð úrslit.
Jóan Magnus Rasmussen, stjóri í Tavuni, er ikki maðurin við teimum stóru orðunum, men hann upplýsir, at avlopið í 2009 var 10,8 miljónir krónur, og rakstrarúrslitið í fjør var 10,3 miljónir krónur.
- Hetta eru tvey sera góð ár, men í løtuni dugi eg ikki at meta um, hvussu árið 2011 fer at vignast, sigur stjórin í Tavuni í Leirvík.