Tauman undirvísir í døming

Johnny Tauman, altjóða dómaraserfrøðingur, hevur havt dómaraskeið kring landið í vikuni

Tauman hevur verið í Klaksvík, Havn og Vestmanna, og í kvøld fer hann inn á Skála. Hann hevur havt skeið fyri hondbóltsdómarunum.
Orsøkin er, at hondbóltsreglurnar eru munandi greiðari nú enn áður.
- Vit hava broytt reglurnar eitt sindur, soleiðis, at hondbóltsspælarar skulu verða á vøllinum vikuskifti aftaná vikuskifti, uttan at dragast við skaðar. Ymsar hondbóltslógir er nú greiðari, og eingin ivast í, hvat er rætt og skeivt, sigur Johnny Tauman í viðtalu við heimasíðuna hjá Hondbóltssambandinum.
Johnny Tauman er limur í dómaranevndini í DHF, er dómaraeygleiðari á høgum støði, umsetir allar hondbóltslógir úr týskum til danskt og hevur ábyrgdina av, at allar danskar hondbóltslógir eru dagførar.