Talan er um elsta tattovørhandil í heiminum, sum hevur verið hóttur við at at verða settur á gøtuna. Men nú er dómur fallin. Tað skrivar TV2 Lorry.
Føroyska Majbritt Petersen hevur brúkt dagin í dag upp á at halda ondini.
Síðani summarið 2017 hevur hon ligið í sakarmáli við útleigararn, sum eigur húsini í Nyhavn 17, har tatovørhandilin Tatoo Ole hevur verið síðani 1884.
##med2##
Útleigarin, sum eigur matstovuna Barsserie Nyhavn 17, hevur ætlað at siga upp teir 30 fermetararnar, sum Majbritt Petersen hevur leigað, so hann kann víðkað køkin. Men Majbritt Petersen hevur stíðst við hond og fót fyri at sleppa at vera verandi. Og nú vann hon sakarmálið.
Tað er ein dómur, sum merkir, at heimsins elsti tatovørhandil kann halda fram í Nyhavn 17.
##med3##
– Vit hava vunnið. Tað er so sera gott og kundi ikki verið betri. Nú kunnu vit halda fram við hesum parti av danskari heimsmentan, sigur Majbritt Petersen, tá TV 2 Lorry hitti hana.
Sum vinnuleigari hevur tú eina verju ímóti uppsøgn, serliga tá handilin er gamal, og tí endaði mál í sínari tíð í Københavns Byret. Hvussu rætturin hevur grundgivið, veit Majbritt Petersen ikki enn.
– Eg havi enn ikki frætt, hví eg havi funnið. Advokaturin hjá mær sat í einum flogfari, tá eg fekk boðini um, at vit hava vunnið. Men hon ringir til mín so skjótt, sum hon er lend, sigur Majbritt Petersen við TV 2 Lorry.
##med4##
Síðani 1884 hava sjómenn, ferðafólk og onnur stuttlig fólk verið tatoverað í Nyhavn 17. Umframt at vera fyrsti tatoveringshadnil, sum læt upp í Nyhavn, og í veruleikanum eisin í øllum Norðanlondum, so er hetta eisini síðsta handil av slagnum, sum er eftir í Nyhavn.
– Tað hevur verið ein long tilgongd. Hetta við, at vit ikki hava vitað, um vit sleppa at halda fra, hevur verið ógvuliga hart fyri okku. Tað er jú elsti tatovørhandil í heiminum, sum skuldi snarað lykilin, um vit taptu. Men hetta hevur verið stríðið vert, sigur Majbritt Petersen.
Handilin hevur síðani 1947 itið Tattoo Ole, og eftir at Tattoo-Ole yvirtók handilin frá tatoveringslegenduni Tattoo-Jack, sum var kendur fyri sínar litføgru tekningar.
##med5##
Tattoo-Ole, sum rak handilin til hann doyði, er kendur fyri at hava tatoverað táverandi Fríðrik Kong tann 9.
Frammanundan hevur handilin havt nógv ymisk nøvn og nógvar ymsar eigarar, men Majbritt Petersen var tann fyrsta kvinnan at hava handilin, tá hon tók yvir í 2007.
– Tað hevur verið rættiliga nógv upp á spæl. Eg havi ein góðan handil, sum er 135 ára gamal og koyrir rættiliga væl. Tað er ein orsøk til, at Nyhavn 17 er ein kendur bústaður, og tað er vegna tatovørarnar, sum hava verið her øll hesi árini, sigur Majbritt Petersen.
Hon bíðar nú spent eftir, at dómurin í býrattinum verður hin endaligi.
##med6##
– Eg eri ógvuliga fegin. Men tað er hann (útleigarin, red.) helst ikki. Eg veit sjálvandi heldur ikki, um tað endar við, at dómurin verður kærdur. Eg vóni veruliga ikki, at vit skulu í Landsrættin. Tað vildi verið ræðuligt, sigur Majbritt Petersen.
Líkamikið hvat hon so hevur hugsað, so skal dagsins sigur hátíðarhaldast á onkran hátt.
##med7##
– Eg eri eitt sindur »rundt på gulvet« beint nú, sigur glaði tatovørurin.
TV 2 Lorry hevur fyrr í vikuni verið í samband við útleigaran, Henrik From Andersen, sum ikki ynskir at siga nakað um málið.
Síggi samrøðu við Majbritt Petersen her: tv2lorry.dk/artikel/verdens-aeldste-tatovoerbutik-truet-af-lukning-nu-er-der-faldet-dom