Taskan við telduni tikin

Tá Smyril kom til Havnar í gjárkvøldi, legði eitt av ferðafólkunum merki til, at teldutaska hansara var horvin.

Maðurin, sum gongur í skúla í høvuðsstaðnum, hevði lagt teldutaskuna frá sær á staðnum, har fólk vanliga leggja viðførið sítt.

Tá hann skuldi í land aftur var taskan burtur – og tað sama vóru tískil teldan av merkinum ASUS, mappan, koyrikortið og tann eksterni harðdiskurin.

Hann spurdi seg fyri umborð, men har visti eingin um nakra tasku. Hann gjørdi tí ikki annað enn at boða løgregluni frá, tí annaðhvørt er taskan stolin ella hevur onkur av misgáum tikið hana.

Trupulleikin var bert hann, at maðurin skuldi brúka taskuna í samband við eina skrivliga roynd í morgun. Men tað hevði hann so ikki møguleika til, tí teldutaskan er framvegis ikki komin afturíaftur.

Av Politistøðini í Havn frættist, at tey frætta fegin frá fólki, sum kunnu hava tikið skeiva teldutasku við sær í land.