Tarvur drap bónda

Ein 70 ára gamal bóndi í Saint Gallen í Sveis doyði, tá ein tarvur legði á hann fyrrakvøldið. Myndugleikarnir siga, at bóndin var í ferð við at reka kýrnar og tveir tarvar til hús, tá annar tarvurin fór frá hinum neytunum og aftur um fjósið.

Bóndin fór aftan á tarvinum, men tá hann royndi at fáa hann inn í fjósið, vendi tarvurin sær á og leyp á mannin. Grannarnir komu bóndanum til hjálpar og ringdu eftir læknahjálp. Ein bjargingartyrla kom eftir bóndanum, men hann doyði av løstunum stutt efrtir.

Myndugleikarnir senfu síðani ein veiðimann at skjóta tann óða tarvin.