Tarvamykjukapping

Tíðindaskriv

 

Stór tarvamykjukapping verður í Klaksvík leygardagin kl. 14.00. Í hesum sambandi verða teigar seldir, og teigarnir verða seldir á Shellstøðunum í Norðragøtu og við Ringvegin í Havn til fríggjadagin kl. 19.00, og á Shellstøðini í Klaksvík kunnu teigar keypast til kl. 13.00 leygardagin. Eisini ber til at bíleggja teigar á telefon 225200 og vit senda um alt landið.

Kappingin verður hildin á økinum millum Posthúsið og Telefonhúsið. Eisini verða nakrir eykavinningar sum t.d. Coca Cola, sodavatn, olja og fartelefon. Tann, sum vinnur tarvin, er tann, sum fær mest mykju á sín teig, so tað ræður um at gera skjótt av við at keypa sær teig, um tit skulu verða við í kappingini um henda stóra tarv, sum er úr Kaldbak. Tarvurin vigar uml. 600 pund, og vinnarin fær tarvin koyrdan døgurðakláran til dyrnar.