Kolumbiski forsetin Gustavo Petro hevur skrivað undir eina lóg, sum fram ímóti 2027 so líðandi skal gera enda á tarvafikting í landinum.
– Vit kunnu ikki siga umheiminum, at tað at drepa livandi verur við kenslum fyri undirhald er mentan, segði hann sambært DR í røðu.
Nýggja lógin varð undirskrivað í einari arenu í høvuðsstaðnum Bogotá, sum verður brúkt til júst tarvafikting. Forsetin segði, at arenan frameftir skal brúkast til mentan, ítrótt og lív – og ikki deyða.
Tarvafikting er loyvd í europeiskum londum sum Spania, Portugal og Fraklandi.