Tarira á konsertferð kring landið

Í næstum fer kórið Tarira, undir leiðslu av Sunleivi Rasmussen, á konsertferð í Føroyum

konsertferð
tíðindaskriv

Konsertirnar verða hildnar í fýra ymiskum kirkjum kring landið, og skráin bjóðar uppá 3 sera spennandi verk, sum ikki hava verðið framførd áður her á landi. Talan er um eitt verk eftir Robert Whyte og tvey verk eftir Arvo Pärt, og skráin er sostatt samansett av heilt gomlum enskum renesansu-tónleiki eftir Whyte, sum livdi i tíðarskeiðnum 1535-1574 og so nýggjum estoniskum tónum eftir Pärt, sum er føddur í 1935, júst 400 ár eftir Whyte. Tað er ikki av tilvild at hesi 3 verkini eru á somu konsertskrá, tí hóast heilar 4 øldir eru imillum tey, so hava tekstirnir felags evni, nevnliga páskirnar og hvítusunnuna. Hartil nýtir Pärt í hesum báðum verkunum tey kirkjutonalu tónasløgini, sum eisini vórðu nýtt í renesansuni. Fýra tónleikarar eru við í ferðini, teir eru Sámal Petersen violin, Nicolas Kapnas bratsch, Jens Chr. Guttesen cello, og Heðin Kambsdal, orgul.
Konsertirnar, sum verða hildnar á ferðini eru:
Sunnudagin 16. mai í Sandavágs kirkju kl. 15.00
Sunnudagin 23. mai í Gøtu kirkju kl. 16.00
Fríggjadagin 28. mai í Húsavíkar kirkju kl. 19.00
Sunnudagin 31. mai í Vesturkirkjuni í Havn kl. 19.30
Konsertirnar vara ein tíma uttan steðg og eru ókeypis. Hetta er ein frálíkur og einanstandandi møguleiki at hoyra nýggjan og góðan gamlan kórtónleik.