Fekst tú ikki jubileumskonsertirnar hjá kórinum Tarira við á páskum, fært tú ein gyltan møguleika á mentanarnáttini í kvøld klokkan 23. Tá fer Tarira at syngja eina stutta konsert í Dómkirkjuni.
Tarira fara eitt nú at framføra kend verk eftir John Tavener, Eric Whitacre og Paula Hansen, men eisini verða nakrar hugtakandi nýútsetingar av kendum, føroyskum sangum, ið kórleiðarin, Sunleif Rasmussen, hevur skrivað seinastu tíðina.
Hóast Tarira hevur 10 ár á baki, hevur kórið helst ongantíð verið betri, eins og ummælini frá jubileumskonsertunum bóru boð um:
- Kórið bara vaks og vaks. Sum eitt fræ í góðari mold vaks ljóðið í hædd og dýbd og breidd og dygd. Sum spírandi vøksturin í moldini dróg Tarira okkum inn í óteljandi spennandi tónaskot við dynamiskum neyvleika, var skoðsmálið hjá eitt nú Paula í Sandagerði, tónaskaldi.