Tann fyrsta konsertin er í 900 ára gomlu St. Marylebone Parish Church. Nógv kend fólk hava havt tilknýti til St. Marylebone kirkjuna ígjøgnum tíðina og fleiri av teimum so sum Lord Byron, Charles Dickens, Mary Seacole og Florence Nightingale eru avmyndaði á vovnu veggjateppunum í kirkjuni.
Á skránni eru nøkur kend verk úr renaissansuni eftir bretsk tónaskøld, men fyri tað mesta verður skráin føroyskur tónleikur. Hesi stykki eru útvald soleiðis, at lurtarin fær innlit í, hvat rørir seg á føroyska kórpallinum. Tónaskøldini eru Kári Bæk, Sunnleif Rasmussen, Pauli í Sandagerði, Tróndur Bogason, Unn Patursson, Stephen Wilkinson, sum var hálvur føroyingur og pápi kórleiðaran Bernharður Wilkinson og so Anne Mette Greve Klemensen, sum syngur sopran í kórinum.
Konsertin í St. Marylebone Parish Church verður týskvøldið 4. Juni 2024 klokkan 18:00.
Á Grundlógardegnum er Tarira boðin á Donsku Sendistovuna at syngja í samband við at danska grundlógin verður 175 ár. Nógv spennandi er á skránni! Til hettar høvið fer Tarira at syngja Drop, drop slow tears, eftir bretska tónaskaldið Orlando Gibbons, ið livdi frá 1583 til 1625. Græsset Grønnes sum Kári Bæk hevur skrivað til yrking eftir William Heinesen og Føroyar mín móðir, yrking eftir Pól F. Joensen og lag Knút Olsen.
6. juni gongur leiðin til Cambridge, har konsert verður í Downing Place United Reformed Church kl. 19:30. Konsertskráin er tann sama sum í London.
Vit vilja við hesum eisini takka stuðlunum, sum gera tað møguligt fyri okkum at at vísa okkara bretsku grannum, at Føroyar hava eitt ríkt kórlív, har vit bæði megna at syngja kendu stykkini úr teirra traditión og nýkomponeraðan, føroyskan tónleik.
Stuðlar: Loftbrúgv, Tórshavnar Kommuna, Atlantic Airways, Mentamálaráðið Norðurlandahúsið, Felagið Føroysk Tónaskøld, 62N, Mentanargrunnurin, Sendistovan í London og Andrew Wilkinson Photography.
https://tarira.wixsite.com/tarira