Uppaftur ein av fyrrverandi iraksku leiðarunum situr nú í amerikanskum varðhaldi.
Hesaferð snýr tað seg um fyrrverandi varaforsætisráðharran, Tariq Aziz, sum eisini hevur verið irakskur uttanríkisráðharri. Tað er ikki heilt greitt, um hann varð tikin, ella um hann gav seg yvir sjálvboðin.
Tann 66 ára gamli Aziz var ofta talsmaður hjá stýrinum í Bagdad, og uttanlands varð hann mettur at vera ein dugnaligur diplomatur. Hann er tann einasti av fyrrverandi iraksku leiðarunum, sum er kristin.
Amerikanarar halda ikki, at Tariq Aziz hevur havt stóra ávirkan á stýrið hjá Saddam Hussein tey seinastu árini.










