Seinastu árini hava føroyingar tosað nógv um eitt oljuævintýr.
Men kanska er eitt tara-ævintýr nakað nógv nærri enn eitt oljuævintýr.
Í øllum førum hevur eitt føroyskt felag nú fingið endaligt loyvi at fara undir eina roynd at ala tara á Funningsfirði.
Eydnast tann royndin, er ætlanin at fara undir rættiliga taraaling í stórum stíli á einum stórum øki eystan fyri Nólsoy.
Tað er felagið Ocean Rainforest, sum nú hevur fingið loyvi at fara undir eina roynd at ala tara á Funningsfirði.
Gilli Trónd, sum er stjóri í Ocean Rainforest, sigur, at ætlanin er at seta tvær installatiónir út í Funningsfirði.
Onnur installatiónin er at ala brúnan tara og hepnast tað væl, er ætlanin seinni eisini at ala reyðan tara.
- Felags fyri hesi bæði tarasløgini er, at tey eru longu í Føroyum frammanundan og sostatt er ikki neyðugt at innflyta nýggj sløg, sigur Gilli Trónd.
Stóra vælvild
Økið, sum tarin skal alast á, er ein partur av aliøkinum hjá Viking Seafood, men tey hava onki ímóti, at hendan royndin at ala tara, verður á teirra øki eisini.
- Á Viking Seafood hava tey verið ógvuliga beinasom ímóti okkum og tað eru vit takksom fyri, sigur Gilli Trónd.
Hann sigur, at myndugleikarnir javntseta taraaling við laksaaling.
- Tað er óskiljandi fyri lívfrøðingar, men tað var so atvoldin til, at vit kundu ikki fáa nakað øki at ala tara á, uttan at vit fingu samband við ein alara, sum var her frammanundan.
- Í hesum sambandi hava tey á Viking Seafood víst okkum stóra vælvild.
Eftir loyvinum frá myndugleikunum kunnu tey ikki seta tara út fyrrenn 1. mars næsta ár. Tað er tí, at økið skal liggja brakk til tá. Royndarloyvið gongur eisini út 1, januar í 2011, tí tá skal tað aftur leggjast brakk.
Men stjórin í Ocean Rainforest heldur, at hetta má byggja á eina misskiljing.
- Aliøki verða løgd brakk fyri at sleppa undan dálking frá laksi. Men ein máti at síla tað dálkingina burtur, er nettupp at ala tara beint við alibrúk. Sostatt hevði alingin av tara hjálpt upp á brakkleggingina. Tað verður brúkt aðrastaðni, men eftir øllum at døma ikki í Føroyum, leggur hann afturat.
Aliútgerðin, sum tey fara at leggja út í Funningsfirði, líkist eini 300 metra langari línu, einar 5-10 metrar undir vatnskorpuni og sum sum verður fest við akkerum.
Tað er Rúni Joensen, verkfrøðingur, sum hevur ment aliútgerðina og Oystein Patursson, serfrøðingur í havaliútgerð hjá Fiskaaling, hevur roynt hana í simulatori. Men tað er Vónin, sum ger útgerðina.
Seinkað eitt ár
Gilli Trónd sigur, at ætlanin var at fara undir royndina í ár, men tað hevur gingið so seint hjá teimum almennu stovnunum at viðgera umsóknina, at tilsøgnin er ikki komin fyrrenn beint nú.
- Fyrstu ferð vit søktu um royndarloyvi at tala tara, var í apríl. Vit søktu aftur í mai og í juni og seinasta umsóknin varð send í august.
Gilli Trónd heldur, sostatt var tað ein rættiliga tvørlig mannagongd at fáa loyvi, hóast talan er um eina nýskapandi roynd, sum kann minka munandi um Co2 útlátið og sum allir myndugleikar annars eru samdir um, er eitt frálíkt hugskot.
Hann sigur, at eitt er at skapa taran um til grøna orku. Men bara tað, at tarin veksur, upptekur hann Co2 úr umhvørvinum. Sostatt upptekur eitt kilo av tara 3,5 kilo av Co2 úr umhvørvinum ímeðan hann veksur.
- Alir tú 10.000 tons av tara, hevur tú samstundis minkað Co2 útlátið 35000 tons, so hetta er nakað, sum skjótt kann síggjast aftur í Co2 roknskapinum hjá føroyingum.
- Men kortini hevur tað tikið meiri enn eitt hálvt ár at avgreiða umsóknina og tað kann elva til undran, heldur stjórin í Ocean Rainforest.
Av tí, at tað gekk so illa at fáa umsóknina avgreidd, hava tey mist eitt ár.
- Tari kann ikki setast út til aling nær sum helst í árinum, tí grovt sagt, veksur tari somu árstíður, sum plantur á landi.
Í hesi verkætlanini er ætlanin at ala sporar í kørum hjá Fiskaaling og har skulu teir vera í tveir mánaðir til teir verða settir á sjógv at veksa víðari.
Samstundis sum tey hava fingið loyvið til at royndarala í Funningsfirði, hava tey søkt um eitt øki upp á einar tríggjar ferkilometrar eystanfyri Nólsoy at ala tara á.
- Hepnast hesar royndirnar væl, er hetta avgjørt ein tøkni, sum kann útflytast til onnur lond og sum eisini kann brúkast aðrastaðni í Føroyum, sigur Gilli Trónd.
Í hesi fyrstu royndarætlani er talan um eina íløgu upp á tvær milliónir.
- Vísa royndirnar í verki, at alt riggar sum tað skal, verður talan um nógv størri íløgur fyri at fáa rættiliga gongd á.
Tvær verkætlanir
Gilli Trónd sigur, at talan er um at ala tvey sløg av tara, reyðan tara og brúnan tara.
- Í grundini er sostatt talan um tvær verkætlanir.
Tann reyði tarin gongur í rættiliga góðum prísi í ídnaðinum, har úrdráttir úr honum verða brúktir í tannkremi, kakaomjólk, ísi og nógvum øðrum framleiðslum.
- Tað er ein aling, sum tað rættiliga skjótt ber til at vinna pening burtur úr, men vansin við tí marknaðinum er, at hann er lítil, so tað eru ikki nógv tons, sum verða seld av tí um árið.
- Men hugsa vit um tann brúna taran, kann hann brúkast at vinna orku burtur úr. Prísurin fyri hann er nógv minni fyri kilo, men haraftur ímóti er marknaðurin óendaliga stórur.
Tey í Ocean Rainforest eru komin eftir, at tað skilabesta er at vinna metan burtur úr tí brúna taranum, tí tað kann brúkast til orkuframleiðslu at kalla beinleiðis uttan tað stóru viðgerðina frammanundan.
- Saman við vindi, vatni, sól og øðrum varandi orkukeldum, kann orkan, sum fæst úr taranum afturat, sum frálíður vera nóg mikið til alla orkunýtsluna í Føroyum, heldur hann.
Hann ivast ikki í, at marknaður er fyri aldum tara.
Tí reyða taranum krevur ikki so nógv arbeiði, tí hann skal bara turkast og sendast av landinum í ballum.
Hann ivast heldur ikki í, at marknaður er fyri tí brúna taranum.
- Finna vit ein bíligan máta at gera biomassa, ivist eg ikki í, at marknaður er fyri tí at vinna orku burtur úr.
Og á hesum øki kunnu Føroyar gerast undangonguland, tí higartil eru ógvuliga fáar verkætlanir í verðini, sum miðja eftir at ala tara á víðum havi.
Og tað er júst tað, sum krevst, tí skal talan verða um nakra nøgd, sum munar, má talan verða um aling á víðum havi, sigur hann.
Hann sigur, at sum frá líður er talan um ein ídnað, sum kann kasta milliardir av sær
Í Føroyum eru møguleikarnir at kallað óendaligir.
- Tað snýr seg meiri um, hvussu nógv tað ber til at selja fyri ein prís, sum ger, at alingin loysir seg.
Tøknin, sum skal til at vinna orku burtur úr tara, er stórt sæð kend. Onkrir trupulleikar hava verið, men tey eru komin væl áleiðis at loysa hann.
Í fyrstu syftu ætla føroysku taraalararnir at leggja dent á sjálva alingina og at veita rávørutrygd til virki, sum kunnu vinna orku burtur úr.
- Tað skal nakað væl av royndum til enn, áðrenn vit, akkurát, hvussu tað riggar at vinna orku burtur úr taranum, tí slík virki kosta tíggjutals milliónir og tí gongur ein løta, áðrenn slík virki verða veruleiki í Føroyum, leggur hann afturat.
Seks fyrimunir við at brúka tara sum orkukeldu
1. Tari er ein fototropur. Tað vil siga, at hann inngongur í natúrligu ringrásina í mun til Co2 inntøku og útlát. Hetta er eisini fortreytin fyri at rópa hetta slagið av orkukeldu fyri bio-framleiðslu ella burðardygga framleiðslu.
2. Tari veksur millum fimm og tíggju ferðir skjótari enn tilsvarandi plantur á landi. Sostatt er talan um nógv størri framleiðslu.
3. Umleið 50 prosent av turrevninum í tara er sukurevni. Tí er tað so ómetaliga vælegnað til orkuframleiðslu.
4. Tari er ikki ein høvuðsføðikelda. Tí fáa vit ikki etiskar trupulleikar av at nýta matvørur til orku og tað er eitt, sum umhvørvisfelagsskapir hava mótmælt.
5. Talen er um havframleiðslu, og tí eru vit ikki í kapping um jørðina, bústaðir, landbúnað og fríøki.
6. Tari fær føðsluevnini frá havstreymi, so hann hevur ikki tørv á taðing, hvørki natúrligari taðing ella handilstøðum.