Hóast fá ganga so høgt upp í fótbólt sum brasilar, so minti býarmyndin í São Paulo ikki serliga nógv um fótbólt í dag. Bara fáar tímar undan setanardystinum millum heimaliðið og gestirnar úr Kroatia brúkti løgreglan táragass og gummikúlur fyri at steðga fólki, sum mótmæltu, at teirra býur er vertur fyri kappingini.
-Fáa vit ikki okkara rættindi, verður einki HM, stóð á skeltum, sum mótmælisfólk gingu við.
Franska tíðindastovan AFP skrivar, at mótmælisfólkini ætlaðu sær at ganga til Corinthians Arena, har setanardysturin millum Brasil og Kroatia skal spælast í kvøld. Men løgreglan legði uppí og steðgaði mótmælisgonguni við at brúka táragsss, gummikúlur og sokallaðar flash-granatir,
Brasil hevur brúkt umleið 60 milliardir krónur til HM-kappingina, og hetta halda nógvir brasilar vera burtur úr vón og viti, tí eftir teirra tykki hevur landið nógv annað at brúka pengarnar til.










