Í kvøld verður dramatikkur í X Factor kappingini hjá DR, har fuglfirðingurin Jógvan Joensen er ein av luttakarunum.
Í kvøld skulu 9 av av teimum 15 luttakarunum veljast út til liveframførslurnar, har X Factor kappingin av álvara byrjar. Málið hjá nógvum er nevnliga at koma víðari til hendan partin av kappingini. Tað byrjaði við meira enn túsund luttakarunum, og í kvøld verða 9 luttakarar eftir.
Teir tríggir dómararnir hava hvør sín bólk av luttakarunum – tey ungu, tey eldru og bólkarnir – og hvør av dómarunum skal kjósa sær tríggjar luttakarar at hava við til mest spennandi partin av kappingini.
Jógvan Joensen hevur helst góðar møguleikar at koma víðari, men í kvøld fáa vit at vita, um hann er víðari ella sendur heim.
Og sum vanligt, tá ið endiliga avgerðin skal takast, stendur nógv á dómarum og luttakarum.