– Fyrst av øllum vil eg siga, at atlasið er eitt valaværk, sera væl gjørt og úr hondum greitt.
Tað sigur Sjúrður Skaale, fólkatigsmaður. Tað var hann, sum í síni tíð sum tingmaður kom fram við uppskotinum um at loyva sokallaðu »fremmandu stavunum«, x, q, z, w og c, í føroyska stavraðið.
Við Sosialin í kvøld sigur hann millum annað soleiðis um nýggj atlasið:
– Tað er tó spell, at útgevarin heldur fast við hetta tápuliga, at koyra slalom runt um ávísar bókstavir. Hatta er tílíkt, ið irriterar fólk púra óneyðugt, og er bæði býtt og fjákut, sigur hann.
Hann heldur, at hetta minnir ikki sørt um eina provokasjón frá Málráðnum. Hann sigur, at ætlanin var, at Málráðið skuldi finna loysnir, sum góvu afturljóð í fólkinum.
– Avgerðin ikki at loyva hinum burturvístu bókstavunum gongur ímóti einum greiðum vilja millum fólkið, einum meiriluta av løgtinginum og mentanarnevndini og ætlanini hjá gomlu málnevndini.