Fyri fyrstu ferð vóru teir báðir føroysku landsliðsleikararnir á liðnum hjá Ayr United, men hetta munaði tó lítið, tá saman um kom.
Føroyska liðið mátti á heimavølli taka til takkar við einum 1-0 tapi móti Livingston, sum er millum liðini, sum stríðast um uppflytingarsessirnar.
Málið, sum var eitt sjálvmál, kom eftir, at Jens Martin ikki megnaði at halda einum innleggið. Tíverri datt bólturin niður á verjuleikaran, David Craig, haðani hann endaði í málinum.
Sum skilst, leikti Jens Martin annars ein góðan dyst, og millum annað verður sagt frá, at hann hevði eina frálíka bjarging tá góður hálvur tími var leiktur.
Í hesum døgum verður annars tingast um, hvørt teir báðir føroyingarnir skulu halda fram í skotska felagnum, eftir at leigumál teirra renna út. Meira verður helst at frætta um hetta í næstum.