Taptu uttan Súna

holland

Zwolle misti eitt sera týdningarmikið fet í oddastríðnum, tá teir á heimavølli taptu 2-0 fyri VVV.
Súni Olsen var ikki við í hópinum, sum hóast eina góða byrjan í dystinum ikki fekk nakra úrtøku framman fyri málinum. Á hálva tímanum eydnaðist ístaðin gestunum at leggja seg á odda, og stutt eftir øktu teir til 2-0.
Zwolle royndi, sum vera man, at trýsta, tað sum eftir var av dystinum, men veruliga vandamikið gjørdist tað ongantíð, og so var fyrsta tapið í nýggja árinum veruleiki.
Tapið viðførdi, at VVV tókm seg fram um Zwolle í oddastríðnum, har tað í løtuni er sera javnt. Ikki minst tí oddaliðið, Excelsoir eisini tapti sín dyst. Tapið hjá Excelsoir merkti annars, at um Zwolle hevði vunnið sín dyst, hevði bert eitt stig verið upp til beinleiðis uppflytingarsessin, men talan er altso framvegis um fýra stig.