FÓTBÓLTUR
ÍF Føroyar spældi sín sætta dyst leygardagin. Hesaferð taptu føroysku leikararnir fyri BK Fix. Úrslitið gjørdist 3-1 til gestirnar. Merkisvert var, at øll trý málini fullu eftir hornaspark. Tað fyrsta varð heilfluktað í kassan, meðan tey tey bæði vórðu stútað í netið. Hálvleiksstøðan var 1-0 til BK Fix, og stutt eftir hálvleik øktu teir. Men tá slakur hálvur tími restaði minkaði innskifti Henry Petersen um munin, og brádliga hómaðu leikararnir møguleika at fáa stig úr dystinum. Men henda vón kveiktist skjótt, tí fáar minuttir eftir føroyska málið, hevði BK Fix aftur økt um leiðsluna. Dagsins leikari hjá ÍF Føroyum var annars Regin Petersen, sum arbeiddi væl úti í vinstra borði allan dystin.
Í morgin, hósdagin 22. mai, fara føroysku leikararnir aftur á vøllin. Mótstøðuliðið tá er ØKF, sum eisini hevur heimavøll á Kløvermarkini á Amager. ØKF hevur spælt sjey dystir, altso ein meir enn ÍF Føroyar, hevur 12 stig og liggur í løtuni á einum sætta plássi í deildini. ÍF Føroyar hevur níggju stig fyri seks dystir, sum røkkur til eitt 9. pláss. Fremstir eru KFUM, BK Fix og BK Victoria, sum øll hava 16 stig.