Taptu tvey og vunnu eitt

Úrslitið var 1-1 og eitt stig í part. Men lagið var heilt ymiskt í KÍ og GÍ legunum, tá ið stríðið var lokið.
- Vit ætlaðu okkum at fáa stig við til hús aftur. Leingi sá tað einki út, men vit høvdu góðan hugburð og stríddust fyri søkini, og stútarin hjá Sverra Jacobsen var fínur, staðfestir væl nøgdi GÍ miðvallarin Hanus Jacobsen, sum heldur, at uppgerðin átti ikki at verið spæld í gjár:
- Vindurin var nógvur, og tilvildin hevði stórt árin. Eitt nú tá ið teir fingu mál, var vindurin nógv uppií.
GÍ skal næstu vikurnar spæla móti VB/Sumba, B68 og ÍF.
- Á pappírinum kundi hetta sæð út at verið lættari dystir, enn teir vit hava spælt seinastu vikurnar. Men vit hava fokus bara á næstu uppgávuni, og hon er steypardysturin í Klaksvík hósdagin, sigur GÍ miðvallarin.
Millum klaksvíkingarnar var lagið einki serligt. KÍ kendi seg at havaz mist tvey stig í staðin fyri at hava vunnið eitt.
- Veðrið var soleiðis, at tað ikki bar til at spæla rættuligan fótbólt. Men tað kunnu vit ikki brúka til nakað nú. Vit høvdu fleiri møguleikar at gera mál  bæði í 1. og 2. hálvleiki. Tað megnaðu vit ikki, og tí kunnu vit illa leggja orsøkina fyri mistu stigunum nakra aðra staðni enn á okkum sjálvar, heldur KÍ miðvallarin Símun Joensen.
Eftir steypadystin hósdagin skal KÍ longu leygardagin spæla landskappingardyst á Norðoyastevnu ímóti B36.
- Vit hava mist seks stig á heimavølli í trimum teimum fyrstu royndunum. Tað er ikki nóg gott, og nú verður avbjóðingin eins stór, sum hon var hesa ferð.