Føroyska U21 landsliðið hevur í dag spælt EM-undankappingardyst í georgiska høvuðsstaðnum, Tblisi, har Georgia og Føroyar brustu saman.
Endaliga úrslitið av dystinum var, at Georgia vann ein tepran 1-0 sigur, eftir hálvleiksstøðuna 0-0.
Sum heild var talan um avrik, sum føroyska liðið saktans kundi havt fingið stig burturúr. Men fyrsta løtan í seinna hálvleiki var dýr – ta løtuna kom málið hjá Georgia, umframt at Georgia ta løtuna hevði ein annan risa møguleika í dystinum.
Bestu royndirnar á føroyska liðnum hevði Jákup Thomsen. Tíðliga í fyrra hálvleiki, var um reppið at hann slapp avstað frá verjuni hjá Georgia, og í seinna hálvleiki fór ein skotroynd hjá honum beint framvið málinum hjá Georgia.
Tað endaði tí við tí, at Georgia fekk tey trý stigini burturúr undankappingardystinum ímóti Føroyum. Næsti dysturin hjá U21 landsliðnum er tann 7.juni, tá Føroyar á Tórsvølli taka ímóti Finnlandi.
Georgia – Føroyar 1-0 (0-0)
1-0 Luka Zarandia, 46.
Føroyska liðið:
Karstin Hansen (Skála) - Jóannes K. Danielsen (KÍ), Bjarni Petersen (B36), Bartal Wardum (HB), Erlendur Magnusson (B36) - Høgni E. Nielsen (07 Vestur), Teit Jacobsen (HB), Jóannes Bjartalíð (KÍ), Benjamin Heinesen (B36) (Ari Olsen, Skála, 78), Meinhard E. Olsen (B36) - Jákup Thomsen (Thisted FC)