Tað hilnaðist ikki betri enn passaligt, tá ið føroysku U-17 genturnar í fótbólti í dag settu sjøtil á EM undankappingarbólkaspæl í Tallinn í Estlandi.
Føroyar spældu ímóti Belgia, sum vann 5-1. Belgia legði seg á odda við tveimum málum, áðrenn Steintóra Joensen úr VB/Royn minkaði um munin til 2-1. Tíðliga í 2. hálvleiki økti Belgia eina ferð um munin, og síðstu løtuna fingu tær tvey mál afturat.
Hini bæði liðini í kappingini, Estland og Finland, hittast í kvøld.