Taptu stórt fyri Makedonia

U19 landsliðið er á veg til hús aftur við 0-12 í EM undankapping

U19 landsliðið í fótbólti hevur í dag spælt fyri síðstu ferð í EM undankappingnini, sum seinastu lítlu vikuna hevur verið í Makedonia. Úrslitið var -0 tap ímóti vertstjóðini eftir hálvleiksstøðuna 2-0. Hetta var triði dysturin, og eftir trý tap er føroyska liðið á veg til hús við samlaða málmuninum 0-12. Í fyrsta dystinum var úrslitið 0-5 ímóti Montenegro, og so endaði tað 0-2 ímóti Turkalandi.

Í dag vann Montenegro 2-1 ímóti Turkalandi. Tí endaðu øll hini liðini við seks stigum. Turkaland vann kappingina við bestu innanhýsis útslitunum.