Taptu stórt á heimavølli

MK Gorica gjørdi í síðstu viku enda á europeiska ævintýrinum hjá FCK. Tað gjørdu teir við at vinna við ikki minni enn 5-0 í Parkini í Keypamannahavn.            Men einki bendir á, at slovenska meistaraliðið skal røkka milliónunum, sum eru at vinna í bólkaspælinum í Europa Cup kappingini fyri meistarlið. Mikukvøldið høvdu teir vitjan av Monaco, sum vann 3-0. Hóast Gorica ímóti FCK vísti, at teir eru førir fyri at vinna tað aftur á útivølli, sum teir høvdu mist á heimavølli, so man tað vera lítið sannlíkt, at Monaco, sum í fjør rakk finaluni í hesi kappingini, ikki fer at verða ført fyri at steðga slovenska liðnum.