Taptu síðsta dystin

Føroyska U17 kvinnulandsliðið í flogbólti, tapti í gjár móti Danmark.

Føroyar – Danmark 0-3 (19-25, 18-25, 14-25)


Seinasti dysturin hjá føroysku gentunum varð spældur í gjár. Dysturin var ímóti Danmark, sum endaði í bardaganum um 5-7 pláss í kappingini, eftir at tær vóru so nær við, sum tað ber til at koma í hálvfinalurnar, tí tær taptu fyri Finnlandi 3-2. Tað var tí greitt, at føroysku genturnar skuldu finna betri spæl fram enn tær higartil hava víst. Og tað gjørdu tær.


Burtursæð frá fyrsta settinum ímóti Onglandi, hevur verið langt ímillum heilt góðu løturnar hjá gentunum, men ímóti Danmark var spælið so gott, sum tað nú kann vera, og sum settúrslitini vísa, var munurin ikki so stórur.


Serliga fyrra partin av hvørjum setti lá væl fyri, og í fyrsta setti vóru genturnar so nær sum 21-19. Gongdin var tann sama í øðrum og triðja setti, og fleiri ferðir megnaðu genturnar at vinna seg fram á donsku leiðsluna. Tó ongantíð framum, og úrslitið varð, at dysturin endaði 3-0 til Danmark.


Hesin seinasti dysturin var tó tann besti hjá gentunum í kappingini, tí tær vóru við í øllum settunum og vóru avgjørdari í øllum pørtum av spælinum. Tær tordu betur at spæla, og spældu saman sum lið.


Besti leikari í gjár: Sissal Ellefsdóttir, SÍ