Fáur mundi ivast í, at tað bara var ein avgreiðsluspurningur hjá Stjørnuni, tá StÍF við sínum næstbesta kvinnuliði vitjaði í Klaksvík í gjárkvøldið, tí fyrru hálvfinaluna á Skála vann Stjørnan við níggju málum, 33-24. Men dysturin fekk kortini eitt heldur óvæntað úrslit, tí StÍF vann.
Gamaní, var liðið hjá strandakvinnum væl mannað og minti ikki sørt um besta kvinnuliðið, men tað skuldi í sjálvum sær ikki givið Stjørnuni trupulleikar á heimavølli. Kortini leikaði javnt á fyri tað mesta, og ímóti endanum á dystinum fóru tær úr StÍF framum og vunnu við trimum málum, 22-19.
– Fyri okkara viðkomandi ráddi mest av øllum um, at vit skuldu koma ígjøgnum henda dystin og í finaluna, uttan at vit fingu nakrar býttar skaðar, segði venjarin hjá Stjørnuni, Svein Rógvi Ljósstein.
– Samstundis vildu vit geva teimum ungu møguleikan, og tí spardu vit onkrar av teimum føstu spælarunum. Vit vóru á odda fyri tað mesta, men síðstu 10 minuttirnar fingu vit ikki mál, meðan tær fingu tað, og tí vann StÍF.
Hóast klaksvíkingar helst vildu ynskt, at Stjørnan vann dystin, so broytir úrslitið ikki ta sannroynd, at Stjørnukvinnurnar eru komnar í steypafinaluna áttanda árið á rað – harav Stjørnan hevur vunnið steypið fýra tær síðstu ferðirnar.










