Ikki gekst eftir vild hjá føroysku flogbóltskvinnunum, tá tær í seinasta dystinum niðri í Luxembourg spældu ímóti Íslandi, tí hóast hetta skuldi verið yvirkomilig mótstøða, ið føroysku kvinnurnar skuldu havt munin á, gekk tað ikki.
Tvørturímóti bleiv talan í veruleikanum um eitt slag av eyðmýking, tí Ísland vann ein greiðan 3-0 sigur, har tað var í fyrsta og serliga øðrum setti, at einki riggaði. Tey taptu Føroyar 19-25 og 14-25, og hóast betur gekk í triðja setti, 21-25, var tað ov seint.
Í hesum triðja settinum helt spenningurin sær nokk so langan veg, tí føroysku kvinnurnar máttu og skuldu vinna settið fyri at yvirliva. Men heldur ikki ímóti endanum eydnaðist at fáa fatur í Íslandi, sum uppiborið, men alt ov lætt.
Hin dysturin var spældur í kvøld, og har vann San Marino 3-2 á Luxembourg eftir spæl í tveir tímar, har settúrslitini vóru 25-22, 19-25, 23-25, 25-16 og 15-8. Hesi bæði liðini fara tískil víðari til endaspælið næsta ár, meðan Ísland og Føroyar mugu ynskja sær betri eydnu til næstu ferð.










