Taptu oddadystin

BK Tromsø, har Rúni Weihe og Bárður B. Mikkelsen eru partur av liðnum, taptu leygardagin oddadystin í fremstu norsku deildin.
Tromsø lá undan dystinum á fyrsta plássinum í deildini, men hendan sessin setti Randaberg seg á eftir dystin. Talan varð um tryggan 3-0 sigur, sum Randaberg vann við settúrslitunum 23-25, 17-25 og 12-25.
Bárður B. Mikkelsen sigur, at talan var um eitt sera vánaligt avrik frá Tromsø. Ikki minst harmast hann um, at fleiri av royndu spælarunum ikki megnaðu at taka við ábyrgdini, tá hetta varð kravt av teimum.
- Tað, sum skuffar meg mest, er, at royndir leikarir ikki kunnu taka í egnan barm og royna at venda gongdini og fáa tað besta burturúr. Men ístaðin konsentrað seg um alt møguligt annað, so sum feilir hjá øðrum og dómararnar. Tað er langt síðani eg havi uppliva tílíkt, hvørki í Holte ella á landsliðnum var hettar at síggja, sigur Bárður um dystin. Og hetta seinasta man ikki siga so lítið, tá hugsað verður um taptu hálvfinaluna hjá landsliðnum móti Bermuda.
Sostatt endaði Tromsø á øðrum plássi í grundspælinum, men úti úr stríðnum er liðið á ongan hátt. Í endaspælinum ber jú til at vinna hetta aftur, men áðrenn komið verður so langt, stendur steypafinalan á skránni. Tann dysturin verður í spældur í Oslo tann 7. januar, og er tað Nyborg úr Bergen, sum er mótstøðuliðið. Dysturin verður vístur beinleiðis á NRK 1, so ivaleyst verða tað nógvir føroyingar, sum fara at sita við skíggjan tann dagin.