fótbóltsprát
B36 venjarin, Jóannes Jakobsenn, fekk illa mótmælt, at Skála hevði verið betra liðið í dystinum leygardagin.
- Eg má siga akkurát, sum er, at eg sitið við eini heldur undarligari kenslu.
- Eg helt annars undan dystinum, at vit vóru vóru tendraðir til uppgávuna, men tað vísti seg bara, at einki riggaði. Tað byrjar kanska longu, tá vit geva bóltin upp, og alt fyri eitt geva Skála bóltin, og tá teir so eisini seta seg á nærdystirnar, so gongur alt skeiva vegin fyri okkum.
Hóast hann soleiðis legið mestu ábyrgdina fyri tapið í sín part, so fekk Jóannes tó eisini givið nøkur rósandi orð til mótstøðuna, sum framhaldandi heldur fast um oddastøðuna í deildini.
- Fyrst og fremst, so stríðast teir allir sum eitt lið. Teir vinna nærdystirnar á vøllinum, og tað er jú vísindaliga prógvað, at liðið, sum vinnur nærdystirnar, aloftast vinnur dystin, so har er ikki so nógv at ivast í.
Komandi vikuskifti hevur B36 týdningarmiklu grannauppgerðina móti HB á skránni, men hóast heldur laka avrikið leygardagin, so vildi Jóannes ikki geva skarvin yvir á nakran hátt.
- Hetta er so fyrsta tapið í ár, so tað er ikki orsøk at fella í fátt. Vit hava kanska ikki funnið nakran sjampanjufótbólt fram, men avrikini hava verið stabil alla tíðina fram til í dag. Her var tað so mótbrekka fyri tað allarmesta, tað mugu vit so bara broyta til næstu ferð, helt B36-venjarin at enda.










