Føroyska U18 kvinnulandsliðið í hondbólti tapti eisini annan dystin í innleiðandi bólkaspælinum í bólki C í HM-endaspælinum í Norðurmakedonia.
Føroyar taptu 20-31 fyri Danmark. Í steðginum var Danmark á odda 18-11, so talan var um eitt rættiliga gott avrik í seinna hálvleiki móti donsku favorittunum.
Portugal vann 33-27 (13-11) á Eysturríki. Danmark og Portugal hava fýra stig hvør og hava vunnið seg víðari úr bólki C. Føroyar og Eysturríki hava einki stig.
Týsmorgun klokkan 9.30 spæla Føroyar og Eysturríki um triðja plássið í bólkinum.
Føroyar-Danmark 20-31 (11-18)
Føroyar : Barbara Hammer 5, Maria Pálsdóttir Nólsoy 4, Sára Sigrunardóttir Mikkelsen 3, Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe 3, Lea Mohr 2, Lukka Arge 1, Karin Egholm 1, Bjørk Franksdóttir Joensen 1.
Danmark : Anne With Johansen 11, Julie Mathiesen Scaglione 6,