Taptu ímóti svensku og italsku meistarunum

Valur uttan Randi Wardum í málinum hevur tapt ímóti bæði Umeå IK og Bardolino. Valskvinnur taka í hesum døgum lut í 2. umfari í UEFA Womens Cup. Í bólkinum hjá Vali eru Umeå IK úr Svøríki, sum er vertur fyri kappingina, Bardolino úr Italia og Alma úr Kasakstan. Í fyrsta dystinum ímóti Umeå fingu valskvinnur sjón fyri søgn hví Umeå so ofta hevur verið í finaluni. Svenska liðið vann ein tryggan 5-1 stórsigur á Vali, aftaná hálvleiksstøðuna 3-0. Í dag spældi Valur ímóti italska felagnum, Bardolino, og talan gjørdist aftur um tap. Bardolino vann 3-2, eftir at hava verið á odda 2-1 í hálvleikinum. Guðbjørg Gunnarsdóttir hevur vart málið hjá Valskvinnum í báðum dystunum.