Taptu ímóti Shakhtar

Jóan Símun Edmundsson spældi allan dystin ímóti ukreinska stórfelagnum.

Nýggja kappingarárið í donsku Superliguni byrjar um tvær vikur, og nú um dagar spæla liðini hópin av venjingardystum fyri at brynja seg best møguligt.


Jóan Símun Edmundsson og OB hava spælt venjingardyst í týska býnum Barsinghausen í dag. Mótstøðan var stinn, nevniliga ukreinska stórfelagið Shakhtar Donetsk.


Anders K. Jacobsen syrgdi fyri at OB var á odda 1-0 í hálvleikssteðginum, men beint eftir steðgin javnaði Taison til 1-1 fyri Shakhtar Donetsk.


Izunna Uzochukwu legði OB á odda 2-1 við einum langskoti, men Taison og eitt sjálvmál syrgdu fyri, at ukreinska liðið fór avstað við einum 3-2-sigri.


Jóan Símun Edmundsson spældi á høgra vongi, og hann var ein av teimum heilt fáu á OB-liðnum, sum slapp at spæla allan dystin.