Tað er úrtøkan hjá føroyska U17 landsliðnum, sum í gjár spældi seinna dystin í NM-kappingini. Mótstøðuliðið var Danmark, sum, sambært heimasíðuni hjá Fótbóltssambandinum, er væl sterkari enn skotar – sum vunnu 3-0 á Føroyum mánadagin. Úrslitið gjørdist 2-0 til danir, eftir at tað var málleyst í hálvleikinum. Bæði málini vórðu skotin tíðliga í seinna hálvleiki. Í dag er frídagur, og hósdagin er seinasti dysturin í bólkaspælinum á skránni. Tá skulu føroyingar royna at vinna stig móti Svøríki.