Toppliðið í donsku landskappingini í fótbólti, FC Midtjylland, við føroyska miðverjanum Sonna Ragnar Nattestad í hópinum, sum er á venjingarlegu í Portugal, hevur seinastu dagarnar spælt tveir venjingardystir.
Tann fyrri var ímóti tjekkiska FC Slovan Liberec, suim vann 2-1, og tann seinni var ímóti íslendska Breiðablik, sum eisini vann 2-1.
Meðan tapið ímóti tjekkiska liðnum kanska ikki var soóvæntað, tí tjekkiskur fótbóltur er í miðal europeiskari styrki, so var taðóvæntað, at tað ikki skuldi eydnast at vinna á íslendska liðnum.
Men FCM venjarin, Glenn Riddersholm, sigur seg ikki leggja so nógv í úrslitini. Ímóti íslendska liðnum, sum var rættliga verjukent, vóru fleiri blaðungir spælarar á liðnum.
Í seinna dystinum var Sonni Ragnar Nattestad miðverji alla tíðina.
Síðsti venjingardysturin hjá FCM í Portugal verður týsdagin ímóti Sparta Moskva.










