Heini Joensen og teir í TMS taptu aftur um vikuskiftið, tá teir á heimavølli tóku ímóti AaB, sum er eitt av oddaliðunum í bestu donsku hondbóltsdeildini.
Endaliga úrslitið gjørdist 26-22 til gestirnar, sum eisini vóru á odda 12-9 í steðginum.
Um dystin verður sagt, at tað serliga var gott verjuspæl hjá gestunum, sum tryggjaðu sigurin, og tó at TMS royndi at muta ímóti, so eydnaðist teimum ongantíð at vinna seg heilt nær mótstøðuni.
Heini Hanusarson var sum vant partur av liðnum hjá TMS, sum við tapinum nú er farið aftur á 11. plássið í donsku TDC-liguni.