Taptu hóast gott spæl

 
 
Føroyska U-17 landsliðið í fótbólti leikti mikudagin sín næsta dyst í EM-undankappingarbólkinum.
                      Hesaferð vóru tað skotsku vertirnir, sum vóru mótstøðuliðið, og tó at okkara leikarar spældu ein fínan dyst, so endaði tað við skotskum 2-0 sigri.
                      Skotar komu á odda heilt tíðliga í dystinum, men eftir hetta var tað fyri tað mesta føroyska liðið, sum stóð fyri undirhaldinum. Eitt gott trýst varð fingið í lag oman móti skotska málinum, men hóast hetta eisini viðførdi møguleikar, so vórðu hesir ikki umsettir til mál.
                      Og tá skotar so nakað inn í seinna hálvleik øktu til 2-0, var dysturin mest sum liðugur fyri okkara viðkomandi.
                      Seinasti dysturin hjá føroyska liðnum var móti Noreg, sum eisini hevur tapt báðar sínar dystir. Tann dysturin var á skránni fríggjadagin eftir evstamark okkara. Føroyska ferðalagið kemur eftir ætlan heim leygardagin.