Føroyska A-landsliðið hjá kvinnum spældi í dag fyrsta dystin í EM-undankappingini, sum tær spældu seg við til eftir sigrar ímóti Grikkalandi og Finnlandi í undan-undankappingini í Føroyum í juni í ár.
Mótstøðan í dag var eitt av heimsins sterkastu liðum, Serbia, sum føroysku kvinnurnar hittu á útivølli. Serbia vann fyri fýra árum síðani silvur í HM. Tá vunnu tær eitt nú ímóti Danmark í hálvfinaluni.
Tað var eitt ódnarveður, sum tær føroysku runnu seg inn í fyrstu løtuna, og tá ið støðan var 7-0 til Serbia tók landsliðsvenjarin, Scott Harrington, timeout, og gav leikarunum ein vals um at tær skuldu tora at spæla.
Hetta hjálpti. Føroyar togaðu seg heilt upp á 12-8 til Serbia. Hesa løtuna sá gott út, men Serbia vann seg aftur upp á eina trygga leiðslu og fór til hálvleiks á odda 16-9.
Aftur í seinna hálvleiki var munurin rættiliga týðiligur, og tað endaði við, at Serbia vann dystin 36-20.
Føroysku kvinnurnar venda nú snútanum aftur ímóti Føroyum, her tær sunnudagin fáa vitjan av Svøríki.
Serbia – Føroyar 36-20 (16-9)
Føroyar: Anna A. Brimnes 5, Ninna K. Johansen 5, Bjarta O. Johansen 3, Turið A. Samuelsen 3, Agnas Olsen 1, Siw M. Larsen 1, Kristianna H. Joensen 1, Marjun F. Danberg 1
Útvísingar: 3 x 2 minuttir