Føroyska U21-landsliðið spældi í kvøld seinasta dystin í bólkaspælinum í HM-endaspælinum í Algeria. Dysturin var ímóti Ungarn, og hetta var ein beinleiðis dystur um triðja plássið í bólkinum og um hvørjum liðini koma at møta í 1/8-finaluni.
Eins og ímóti Týsklandi í gjár, so komu Føroyar skjótt afturúr 5-2, og júst sum ímóti Týsklandi, so fingu føroyingarnir strítt seg innaftur í dystin og javnaðu við støðuna 7-7. Hetta var tó tað tættasta, ið Føroyar kom í dag, tí Ungarn streyk avstað aftur.
Føroyingarnir vóru serliga ónøgdir við dømingina hjá brasilska dómaraparinum, og hetta ávirkaði avrikið. Ráð var ikki fyri mistøkum, tí Ungarn skeyt sera væl og skoraði upp á nærum alt. Í hinum endanum misnýtti Føroyar fleiri góðar málmøguleikar.
Tað var einki at siga til, at Ungarn fór til hálvleiks á odda 18-12. Stóra stjørnan hjá Ungarn var Veszprém-spælarin, Mátyás Győri, sum skeyt átta mál í fyrra hálvleiki og átti næstsíðstu hond á flest øllum av hinum málunum.
Seinni hálvleikur byrjaði stillisliga, og tað gingu fimm minuttir áðrenn fyrsta málið kom. Tað fingu Føroyar, men hetta bøtti ikki nógv um støðuna, tí tað var Ungarn, sum varðveitti leiðsluna, og Føroyar komu ongantíð tættari enn trý mál á muni.
Føroyar raktu ofta á stongina og misnýttu eitt nú trý brotskøst, so var hepni og neyvleiki við føroyingum í dag, so kundi støðan óivað verið ein onnur. Endin var, at Ungarn vann ein greiðan 32-23-sigur.
Úrslitið í dag broytir tó ikki upp á, at Føroyar hava spælt seg víðari til 1/8-finaluna. Hon verður spæld mikudagin kl.14.00 ímóti Fraklandi, sum verður mett at vera sterkasta liðið í kappingini.
Úrslit, málskjúttar og beinleiðis dystarfrásøgnin, sum in.fo hevði frá dystinum, er at lesa niðanfyri:
Føroyar – Ungarn 23-32 (12-18)
Málskjúttar: Rói Berg Hansen 5, Pætur Thomsen 4, Helgi H. Hoydal 3, Fríði Weyhe 2, Áki Egilsnes 3, Jónas G. Djurhuus 3, Pætur Mikkjalsson 1, Kjartan Johansen 1
Liðugt: 32-23 til Ungarn.
59min.: 31-23 til Ungarn. Umvegis brotskast leggja teir seg á odda við átta.
58min.: Stong út einaferð enn. Føroyar hevur verið sera óheppið í dag kann lættliga staðfestast.
58min.: 30-23 til Ungarn. Rói Berg Hansen pyntar um úrslitið.
56min.: 29-21 til Ungarn. Eitt dundurskot útifrá.
56min.: Teis Horn Rasmussen fær sína triðju útvísing og harvið reytt kort.
55min.: Føroyar misnýtir sítt triðja brotskast, hesaferð Kjartan Johansen. Ungarn tekur timeout.
54min.: 28-21 til Ungarn. Nú hevur aftur hug at skrædna. Peter Smith hjá Ungarn fær beinleiðis reytt kort fyri at raka Kjartan Johansen í andlitið.
53min.: 27-21 til Ungarn. Eitt undirhondsskot snýtir føroysku verjuna.
51min.: 26-21 til Ungarn. Vit missa bóltin í álopinum, Ungarn skorar upp á skjótálop og Føroyar taka timeout.
50min.: 25-21 til Ungarn. Áki Egilsnes hevur skorað við dundurskoti.
47min.: 23-20 til Ungarn. Teis Horn Rasmussen fær tveir minuttir fyri at halda.
45min.: 23-19 til Ungarn. Áki Egilsnes leggur aftur upp, hesaferð til Jónas G. Djurhuus.
44min.: Føroyar tekur timeout.
42min.: 23-18 til Ungarn. Áki Egilsnes finnur Róa Berg Hansen.
42min.: 23-17 til Ungarn. Føroyar hava lorkað bóltin burtur tvær ferðir, men tíbetur bjargar Niklas Simonsen teirri einu royndini.
41min.: 22-17 til Ungarn. Helgi H. Hoydal hevur fingið ein snudd á nøsina og verður avloystur av Pæturi Mikkjalssyni.
40min.: 21-17 til Ungarn. Áki Egilsnes finnur Róa Berg Hansen, og hann skorar.
39min.: 20-16 til Ungarn. Jónas G. Djurhuus fær tað seinna, og nú eru fýra mál á muni.
37min.: 19-14 til Ungarn. Áki Egilsnes enn einaferð. Hann langar hann í málið og syrgir fyri at ein ungari eisini fær tveir minuttir.
36min.: 18-13 til Ungarn. So brast fyri nev. Áki Egilsnes snúrar bóltin hegnisliga runt um málmannin.
35min.: Framvegis einki mál. Føroyska verjan stendur væl, men vit taka ikki av í álopspartinum.
33min.: Jónas G. Djurhuus misnýtir brotskast.
31min.: Niklas Simonsen bjargar, og tað sama ger ungarski málverjin í hinum endanum.
Hálvleikur: 18-12 til Ungarn. Pætur Thomsen misnýtir góðan málmøguleika beint áðrenn hálvleikssteðgin.
29min.: 18-12 til Ungarn. Verjan hjá okkum stendur ikki væl í dag.
28min.: 17-12 til Ungarn. Pætur Mikkjalsson er leysur á strikuni og skorar.
28min.: 17-11 til Ungarn. Enn haltar dømingin, og tað ávirkar enn meira. Ungarn skjýtur sera væl í dag.
27min.: 16-11 til Ungarn. Pætur Thomsen misnýtir góðan møguleika, og Ungarn langar ein bólt fyri og annan eftir í málið.
25min.: 15-11 til Ungarn. Hørður Trygvason bjargar brotskasti, men teir fáa returin og skora.
25min.: Føroyingarnir eru ónøgdir við dømingina. Tað ávirkar.
24min.: 14-11 til Ungarn. Tvey skjót mál til hinar.
22min.: 12-11 til Ungarn. Rói Berg Hansen minkar umvegis mótálop.
21min.: 12-10 til Ungarn. Mátyás Győri hevur longu skotið sjey mál. Helgi H. Hoydal svarar aftur og skorar.
20min.: 11-9 til Ungarn. Pætur Thomsen gerst púra leysur á vonginum og skorar.
20min.: 11-8 til Ungarn. Føroyar hava ikki spælt nóg væl og Sonni Larsen tekur timeout.
18min.: 10-8 til Ungarn. Teir eru í yvirtali og skora lættliga.
18min.: 9-8 til Ungarn. Fríði Weyhe minkar um munin.
17min.: 9-7 til Ungarn. Føroyingarnir vilja hava fríkast, men dómararnir rista við høvdinum og Ungarn økir um leiðsluna.
17min.: 8-7 til Ungarn. Teis Horn Rasmussen fær tveir minuttir, Ungarn brotskast og skorar.
16min.: 7-7. Gott samanspæl ímillum Jónas G. Djurhuus og Kjartan Johansen – Pætur Thomsen fær bóltin og skorar sítt annað mál á rað.
15min.: 7-6 til Ungarn. Pætur Thomsen skorar í einum mótálopi.
13min.: 6-5 til Ungarn. Kjartan Johansen langar bóltin í yvirliggjaran og inn.
12min.: 6-4 til Ungarn. Teis Horn Rasmussen skorar.
11min.: 6-3 til Ungarn. Kjartan Johansen skorar, men teir eru skjótir og skjóta bóltin í eitt tómt mál.
8min.: 5-2 til Ungarn. Vit raka stongina, og teir skjóta bóltin í eitt tómt mál. Óheppið.
6min.: 4-2 til Ungarn. Nú fáa Føroyar tveir minuttir, og Ungarn skorar aftur umvegis brotskast.
6min.: Ungnar fær tveir minuttir og vit fáa brotskast. Teis Horn Rasmussen skjýtur, men málverjin bjargar.
5min.: 3-2 til Ungarn. Øll málini hjá teimum eru komin umvegis brotskast.
3min.: 2-2. Fríði Weyhe langar til og leggur Føroyar á odda, men Ungarn fær enn eitt brotskast og javnar.
2min.: 1-1. Ungarn javnar við brotskasti.
1min.: 1-0 til Føroyar. Gott spæl inn á strikuna og Helgi H. Hoydal skorar í fyrsta álopinum.
Føroyska byrjunaruppstillingin: Niklas Simonsen, Rói Berg Hansen, Fríði Weyhe, Jónas G. Djurhuus, Helgi Hoydal, Kjartan Johansen og Pætur Thomsen
Undan dystinum: Hilmar Leon Jakobsen er ikki við hjá Føroyum í dag. Hann er sjúkur.
Undan dystinum: Dómarar í dag eru Adriano Alves Rocha og Daniel Magalhães Da Silva úr Brasilia.