Føroyska manslandsliðið í flogbólti tapti eisini triðja dystin í undan-undankappingini í Luksemborg.
Í dag gjørdist talan um eitt greitt 0-3 tap ímóti einum sterkum kýpriotiskum liði. Settmunurin var 12-25, 18-25 og 11-25.
Ígjár taptu Føroyar 0-3 ímóti Skotlandi, og fyrradagin taptu Føroyar 1-3 ímóti Luksemborg.
Nú gongur leiðin til Jersey, har serliga Saareema og Áland verða tey sterku mótstøðuliðini á oyggjaleikunum. Hinvegin hevur føroyska liðið tríggjar læruríkar og intensar dystir í viðførinum, áðrenn flogbóltskappingin á Jersey fer í gongd.










