Føroyska manslandsliðið í flogbólti tekur í hesum døgum lut I EM-undankappingini, sum verður spælt í Belfast í Norðurírlandi. Fyrsti dysturin hjá Føroyum var móti Luksemburg í gjár, og tapti føroyska liðið 3-0. Sagt verður, at tað serstakliga vóru móttøkurnar, sum skaptu trupulleikar, og tað er nakað, sum skal fáast í rættlag undan næsta dystinum. Hesin verður í dag klokkan 16.30 móti Íslandi, og er ein sigur kravdur, um Føroyar skulu hava møguleika at spæla seg víðari. Føroyar og Íslandi spældu tveir venjingardystir fyri einum mánaði síðani, og tá vunnu liðini hvør sín 3-2 sigur.
Lýsingagrein









