Føroyska U19-kvinnulandsliðið í hondbólti megnaði ikki at endurtaka góða avrikið frá bólkaspælinum í finaluni móti Spania í EHF Championship kappingini.
Føroyar taptu finaluna greitt 23-34. Í steðginum var Spania á odda 18-12. Liðini fylgdust fyrstu løtuna, og var støðan javnleikur 6-6 tá 12 minuttir vóru leiktir. Eftir hetta legði Spania sjógv ímillum seg og føroyska liðið, og endaði við at vinna greitt.
Í bólkaspælinum taptu Føroyar bara 28-29 (16-13) fyri Spania, men í dag vóru tær føroysku U19-kvinnurnar rættiliga langt frá tí avrikinum.
Føroysku U19-kvinnurnar mugu sostatt taka til takkar við einum flottum øðrum plássi í kappingini.
Málskjúttar: Lukka Arge 5, Anna Elisabeth H. Weyhe 4, Maria P. Nólsoy 4, Sára Lagos 2, Silja Olivia Heðinsdóttir 1, Lea Mohr 1, Hanna J. Dalsgarð 1, Anna S. Mikkelsen 1, Sára S. Mikkelsen 1, Bjørk F. Joensen 1, Inga Maria Roysdóttir 1 og Barbara Hammer 1.
Silja A. Müller hevði í málinum eitt bjargingarprosent upp á 21,2 prosent.











